«Og uttan at vikna í trúnni mintist hann, at hansara egna likam var eins og deytt – hann var jú tætt við 100 ár – og at móðurlív Sáru var eins og deytt.» Róm.4.19.

Hesin Ábraham, faðir at teimum, ið eru fødd í tjaldi Sáru, bleiv mintur á hvønn dag um sítt likam. Men, uttan at vikna í trúnni. Hvør dagur nærkaðist meiri og meiri teimum 100 árunum – uttan at vikna í trúnni. Hesin maður hevði øll odds ímóti sær. Hetta orð «eins og deytt» merkir at øll víðari produktión var eitt liðugt kapittul. Maðurin var á lívið, men hindringarnar høvdu maktina. Ábraham spurdi kanska Gud til seinast: Gud, her hevur tú einki at heinta. Men trúgvin viknaði ikki.

So hevði Ábraham trúgv, sum var Gud givin, men ikki bara til sín sjálvan. Hann hevði ein partnara, eina konu, sum hann eisini mátti trúgva fyri og inkloderað. Tú hevur í tínum húsi ein mann, eina konu, tíni børn, tit hava tykkara lív, tykkara økonomi, men partnarin, hini, hava ikki somu trúgv sum tú – tá mást tú kalla á Harran «Og uttan at vikna í trúnni…»

Táið hann hugdi at konu síni Sáru og vitsti um hana og hennara móðurlív, so hevði hann enn meiri odds ímóti sær. Har var einki at heinta. Men skriftstaði endar ikki við «deytt». Gud ætlar ikki deyðan yvir Síni útvaldu, men prógvar Seg stóran. Tað stendur nemmliga: «Hann ivaðist ikki í vantrúgv um lyfti Guds, men styrknaði í trúnni, tí hann gav Gudi dýrdina og var fullvísur í, at tað, sum Hann hevði lovað, var Hann eisini mentur at gera. Tí varð tað eisini roknað honum til rættvísi.» Og nú koma vit inn í myndina, vit sum eru eftirkomarar foreldur okkara í trúnni: «Men ikki bert fyri hansara skuld er skrivað, at tað varð honum tilroknað, men eisini fyri okkara skuld; eisini okkum verður tað tilroknað, okkum sum trúgva á Hann, ið uppreisti Jesus, Harra okkara, frá hinum deyðu, Hann sum givin varð fyri misbrot okkara og reistur upp, okkum til rættvísgering.» Har stóð «tilroknað», Og ikki «tilognað». Táið alt er eins og deytt, so kunnu eg og tú ikki tilognað okkum nakað. Ein sum er deyður kann ikki tilognað sær nakað. Men tað stóð tilroknað. Tær tilroknast í kraft av náði og Hansara lyfti móti Sínum børnum ein trúgv á Hann sum ger hini deyðu livandi og kallar tað, ið ikki er til, sum var tað til.

So situr Ábraham har í tjalddurunum tað heitasta av deginum. Jehova og tveir einglar koma á vitjan. Fyri ein dagur sum upprann. Lyftið verður Ábrahami kunngjørt. Og Harrin skal til at løna Ábrahami, vini Sínum, at hann ikki viknaði í trúnni, men gav Gudi lyfti. Sára er meiri skeptisk. Men um tú trýrt og hini rundan um teg eru skeptisk, so hindrar tað ikki lyftisorðið. Hvussu oftað hava vit ikki trú og so í aðru løtu verið skeptisk?!

Ábraham, «Er tað nakað HARRANUM ómøguligt! Næsta ár um hesa tíðina komi Eg aftur til tín, og tá hevur Sára ein son!” 1.Mós.18.14.

”Hoyrið Meg, tit sum stevna eftir rættvísi, tit, sum søkja HARRAN! Skoðið bergið, sum tit eru brotin úr, og námið, sum tit eru høgd út úr. Hyggið á Ábraham, faðir tykkara, og Sáru, sum føddi tykkum! Tí meðan hann enn ikki var meir enn ein, kallaði Eg hann, og Eg signaði hann og gjørdi hann til mong.» Es.51.1-2.

Hallur Sørensen