Hann spurdi teir: “Hvussu sá maðurin út, sum kom ímóti tykkum og segði hetta við tykkum?” Teir svaraðu: “ Tað var maður í lodnum kappa við leðurbelti um lendarnar.” Tá segði hann: “Tað hevur verið Elias Tisbitur!” 2.Kong.1.7-8.
Hetta er tikið úr einum størri samanhangi, har kongurin í Ísrael, Ahazja, er sjúkur, og tænarar kongsins fara avstað at spyrja Ba ́al –Zebub, gudin í Ekron, um kongurin kemur upp aftur av sínari sjúkrasong. Tá er tað, at teir møta mannin í lodna kappanum, Eliasi.
Hesin kappin er mangan tikin fram í ymiskum høpi – mest táið tað viðvíkur tað positivu, kraftmiklu og ljósu síðuna av tænastuni hjá eld-profetinum. Men tað er ein síða av somu søk, sum eg ongantíð hoyri, og hana fari eg at skriva eitt sindur um.
Tíðin, táið Elias virkaði í Ísrael var ein svár tíð. Gudloysið vann seg fram alt meiri, og uppgávan hann fekk, var als eingin dansur á rósum. Kongurin sum var, táið tíð Eliasar byrjar, var eingin minni enn Akab. Hann var viðurstyggiligheitin sjálv. Í 22 ár var hann kongur. Tað stendur í 1.Kong.16.30-33: ” Akab, sonur Omri, gjørdi tað, sum ónt var í eygum HARRANS, meir enn nakar av teimum, ið undan honum høvdu verið. Sum tað hevði ikki verið nóg mikið, at hann livdi í somu syndum sum Jeroboam, sonur Nebat, so tók hann Jesabel, dóttur Etba’al kong í Zidon, til konu og fór at dýrka Ba’al og tilbiðja hann. Hann reisti Ba’al altar í ba’alstemplinum, sum hann hevði bygt í Samaria. Akab læt eisini gera Asjeru, og hann gjørdi mangt annað, ið vakti vreiði HARRANS Guds Ísraels; hann bar seg verri at enn nakar av kongunum í Ísrael, sum undan honum høvdu verið.”
Toppleiðslan í Ísrael var vikin av leið og teirra sinn og tanki var stýrt av Satan. Táið so profetur Harrans trakkar fram og talar at og ímóti, so verður Elias og kappin/klæðini hann er í, hataður.
Enn einaferð kemur orð Harrans til Elias, og hann fer til Akab og sigur, at tað kemur einki regn í 42.mðr. Eingin meteologur kundi framvirka regn. Eingin bøn varð hoyrd. Eingir andamanarar og spámenn kundu ganda fram ein dropa. Hugsið tykkum um avleiðingarnar fyri fólk og fæ. Fólk doyðu, fæið fækkaðist, arbeiðsloysið øktist, trivnaðurin reduseraðist, einki minni enn ein katastrofa. Hesin maður hevur verið hataður og tann kappin hann var í.
So koma vit til uppgerið á Karmelsfjallið. Elias fær andaliga og fysiska styrki frá Jehova til at høgga niður 850 falskar profetar. Hann varð hataður, og Jesabel, hetta ógudiliga menniskja, hóttir hann eftir lívinum, og ræðsla kemur á profetin, so at hann ynskir seg deyðan. Hon hevði eisini áður beint fyri mongum profetum Harrans. Hetta var ein ógvuliga høgt hataður kappi og hann var kendur. Tí táið Ahazja kongur tekur yvir og spyr og svarað verður um hendan lodna kappa, so vitsti hann beinanveg, at tað var Elias.
Lesa vit í Rómverjabrævinum 11., so stendur: „Harri! Profetar Tínar hava tey dripið, altar Tíni hava tey rivið niður; eg eri einsamallur eftir, og tey liggja mær eftir lívinum.“ Og hvat svar fær hann tá frá Gudi? – „Eg havi latið 7000 menn verða eftir til Mín, teir, ið ikki hava boygt knæ fyri Ba’al.“
Elias kendi seg einsamallan, og tað var hann eisini í ein stóran mun. Eingin av hinum 7000 høvdu viljað borið henda kappa. Hesi klæði vóru illa dámd. Tey vildu taka Elias av døgum og allarhelst brent kappan. Men Gud hevði vælbehag í Eliasi og hansara kappa! Hesin profetur talar enn einaferð beinleiðis til bæði Akab og Jesabel og profeterar um teirra deyða. Rasaríið ímóti Eliasi hevur bara økt, táið tey hoyrdu hesi orð Harrans. Tey hava víst ætlað sær sjálvum eina
verdiga og dýra jarðarferð, sum øll skuldu minnast fyri eftirtíðina. Men at Jesabel skuldi enda sum hundalortur, hevði eingin droymt um. Man hon ikki hava gríslað tenn eftir Eliasi?
Eg kann ikki koma í tankar um nakran klædning, sum hevur verið so hataður og illa dámdur, sum hesin hjá Eliasi! Men so kemur spurningurin: hvør vil fara í hann og pátaka sær hetta vælsignilsi av kraft og opinberilsi og dýrd, og samstundis hetta hatrið, hvørji eru hesi? Alternativið er eittans: Bert tey, sum tað frammanundan er tilætlað og eru útvald til tað! Eingin við sítt fulla fimm finnur uppá slíkt og eingin kann av egnum eintingum; tey fáa nervasamanbrot, áðrenn fyrsti dagur er umliðin. Táið vit lesa um eftirmann Eliasar, hvørs navn er Elisa, so stendur: ”og Elisa úr Abel-Mehola, son Safat, skalt tú salva til profet eftir teg…Táið nú Elias kom fram við honum, kastaði hann kappan yvir hann.” 1.Kong.19.16.19. Elisa hevði ongantíð farið í henda kappan og góðtikið at hann kom “flúgvandi” inn yvir seg, um ikki Elisa var í ætlan Guds. Í somu stund hesin kappin kom yvir hann, hendi tað, sum vit lesa í Filippibrævinum kap.2.13. ” Tí Gud er tann, sum virkar í tykkum, bæði at vilja og at virka, eftir góða vilja Sínum.” Hetta virkaði Gud í Elisa. Hann hevði ikki funnið uppá at farið í hann. Og tað kunnu vit ei heldur. Tað má vera tær givið sum ein gáva, ið kemur omanifrá. Hvør orkar, Elisa íroknaður, at uppfylla slík skriftstøð sum: ”Hava tey kallað húsbóndan Be’elzebul, hvussu mikið meiri tá ikki húsfólk Hansara!” uttan at vera íklæddur nakran klædning? Hvør klárar mótgangin av at ” Tit skulu verða hataðir av øllum fyri navns Míns skuld” uttan at hava kappan um seg?
Erliga tala, hvør vil hava Anda Sannleikans at koma flúgvandi inn yvir seg, uttan at tað fyrst er virkað fram av Harranum? Tí tað er eingin andi blivin hataður so nógv, sum sannleikans Andi! Tey sum eru íklædd henda Anda, hava fyri orð Guds skuld og vitnisburð Jesusar verið hatað og forfylgd
og ongantíð verið góðtikin í ”Ísrael”. Tey hava møtt prestum og kardinalum, munkum og nonnum, dómprósti og bispi og øllum følskum og kopi innsettum elstum og prædikumonnum og kent hatrið inná sálina og likamið, tí tey vóru eitt tempul fyri hin livandi Gud, og andi Guds búði í teimum.
Somuleiðis og í somu styrki er tað eingin klædningur, ið hevur verið fyri so nógvum álopum sum klædningurin ”Í Jesu Kristi Navni”. Hesin einasti góðtikni dópurin í øll skriftin prógvar at vera tann einasti, ið Guds navn býr í. Tí tit,(ikki fleiri og ikki færri, men) so mong sum doypt eru til Kristus, hava latið tykkum í Kristus.Gal.3.27. Ert tú ílætin henda búnað? Um tú ert, so hevur tú kent salvilsið og frískleikan av hesum spírandi navninum, men eisini hatrið, táið tú sá, at hetta er hin einasti klædningurin!
Vit lesa í 2.Kong.2.14: ”Hann tók so kappa Eliasar – sum dottin var av honum – sló vatnið við honum og segði: „Hvar er HARRIN, Gud Eliasar!“ Táið hann hevði sligið vatnið, skiltist tað til báðar síður, og hann fór yvirum.” Hetta er einasti kappin, ið fær Jordan at ”klovna” so tú gongur yvirum á ein mirakuløsan hátt, og ikki tann religiøsa, sum pøbilin velur fyri teg, táið tú knapt nokk klárar at siga agø, og gumman má taka orðið fyri teg. Elisa knýtti navnið at kappanum. Ert tú í kappa, har navnið Jesus Kristus er knýtt at? Um ikki, skift so klædningin út!
Men hesin kappin førir teg eisini til 42 dreingir, ið rópa spott og háorð eftir tær, meðan tú fylgir við Jesusi, men ein kraft fylgir við tær.
Vinur, hvør vil vera eftirmaður Eliasar/Jesusar og fara í hansara búnað til anda, sál og likam og ganga hesa leið, ið trúarhetjurnar gingu. Teir liðu ilt og kendu svørð gjøgnum sína sál, men hesi lýsa sum gimsteinar í tí æviga. Vit skulu skjótt taka ríkið í ogn. Halt út dóttir Sion og ber henda klædning við gleði. Dániel sigur í kap.12.3: ” Men hini vitigu skulu skína, sum himmalhvølvið skínur, og tey, sum hava leitt mong til rættvísi, sum stjørnurnar, í aldur og allar ævir.”
sangurin sigur: Hold deg våken Sions datter. Fyll ditt tomme kar. Snart løftes vi og møter kongen. Glemt er det kors vi bar.
Hallur Sørensen