Vit lesa í Róm.kap.1.16: ” Tí eg skammist ikki við evangeliið; tað er jú kraft Guds,…”
Hesi undurfullu orð eru sonn og dýrabar. Ja alt Guds orð ” er trúvert orð og til fulnar vert at verða fagnað.”1.Tim.4.9. Men tað tykist mær, sum eru hesi orð bara vorðin flosklar og reint orðaskvaldur, sum hevur mist sín týdning. Tí at evangeliið er skift út við eini blanding av religiøsiteti og humanismu. Og táið reina, óblandaða evangeliið er burtur, so er konsekvensurin, at kraftin er svunnin. Kraftin fylgir nemmliga við evangeliunum. Kraftin er ikki í humanismu, religiøsiteti, theologi, profetium, etikk og moral, sang, musik og lovsangi. Ikki við menniskja væl valdum orðum. Ikki við snilt upphugsaðum talikunsti.
Paulus sigur og lærir av túrinum í Aten, at táið hann var á Areopagus og royndi við øllum alvi at yvirbevísa epikursku og stoisku vísdómslærararnum gjøgnum vísdóm, at hetta mátti broytast, Ápostl.17 og 18,1. Hetta var ikki mátin at vinna menniskju. So hálsar hann um, táið hann kemur til Korint og sigur í 1.Kor.2.1-5: ” Táið eg kom til tykkara, brøður,(eftir at hava verið í Aten) kom eg ikki sum meistari í talu ella vísdómi, táið eg kunngjørdi tykkum vitnisburð Guds. Tí eg setti mær fyri, einki at vita millum tykkara uttan Jesus Kristus, og Hann krossfestan. Og eg var hjá tykkum í veikleika, ótta og miklari bivan. Tala mín og prædika mín var ikki við yvirtalandi vísdómsorðum, men prógvað av Anda og kraft, fyri at trúgv tykkara skuldi ikki vera grundað á menniskjavísdóm, men á kraft Guds.” Og táið Jesus fór til himmals, so vóru síðstu orð Hansara til teir, sum hann hevði valt út at prædika og føra sak Hansara víðari: ” Men tit skulu fáa kraft,…”Ápostl.1.8. Og vit lesa: ”Við hvørji kraft ella við hvørjum navni hava tit gjørt hetta?” Ápostl.4.7. ”Við stórari kraft bóru ápostlarnir fram vitnisburðin um uppreisn Harrans Jesusar.” Ápostl4.33. ” Við slíkari kraft virkaði orð Harrans og fekk vald.” Ápostl.19.20. Jesu vitni hava kraft sína gjøgnum orði og evangeliið!
Flest ídag skammast við evangeliið. Prædikumenn hava ikki góðs og andaligt dirvi at tala eitt reint evangelium. Teir balla inn syndarinnar ræðuleikar og fylgir av einum ólydni móti Gudi inní væletandi orð, so eingin kemur til eitt uppgerð við Gud. Frelsa er blivi eitt fløkjasligt fyribrigdi. Alt frá barnavælsignilsi til at halda 10 boðini røkkur inní himmalin. Altargongd og syndafyrigeving frá presti til sabbattin hjá adventistum og so til heilagaðu sakramentir hjá katolikkum er acceptabilt frá Guds síðu. Nei so er ikki! Barnadópur, ja enntá neyðdópur og dópur í trimum titlum til æru fyri tríeinigheitina, til síðstu olju er angandi fyri himmalin. Kann tað verða tað, okkara kæri heidningaápostil meinar ”við kraft Guds”? Sjálvsagt ikki!
Prædikumenn skammast við Bíbilskar tænastu titlar, s.s. ápostil, profetar, evangelistar, lærarar og hirðar, og hava skift tað út við Pastor, leiðslupør, lovsongsleiðarar og tílíkt. Jú man skammast við tann gamla originalin í orðinum. Gamla Bíbilska dokumentið sýnist at vera út av dato.
Flestu ungdómar ídag vita ikki og kenna ikki til kraft Guds! Hví? Evangeliið verður ikki prædikað! Man fær eina rúgvu av ungdómum, sum eru religiøsir. Eisini eldri menniskju fella í somu grøv. Religiøs menniskju søkja eftir Gud í symbolum, ikonum, myndum, altar, breyðbróting, dóp av stórum og smáum, doypifrontinum, hvítum klæðum hjá dópskandidatunum, klæðum hjá teimum prominentu prestunum og biskoppum, krossinum. Heilagum samkomu húsum og kirkjum. Religiøsitetur er Satans roynd at tilfredstilla tað gamla menniskjans viðfødda andaliga behov, uttan at verða føddur av nýggjum.
Í Ápostl.2.40 lesa vit: ” Eisini við mongum øðrum orðum vitnaði hann og áminti tey og segði: ” Latið tykkum frelsa frá hesi rangvørgu ætt!” Hetta talaði Pætur á hvítusunnudegi. Hann segði ikki við hartkókaðu Jødarnar: ” Latið tykkum frelsa frá alkohol, sigarettum, siðloysi, porno, havisjúku, og slíkum, sum flestu prædikumenn vildu sagt ídag. Men Pætur segði: ” Latið tykkum frelsa frá hesi rangvørgu ætt!” Rangvørgu ætt = Perversu ætt. Religiøsu ætt, sum heldur at tit tæna Gudi. Tit sigur Pætur: ” Hann drópu tit – krossfestu Hann við hondum lógloysinga.” Ápostl.2.23. Og víðari sigur Pætur: ” Men tit avnoktaðu hin Heilaga og Rættvísa…Høvdinga lívsins drópu tit…” Ápostl.3.14-15. Tað var religiøsa devilsmaktin, sum tók Jesus av døgum!
Eitt radikalt evangeliið, sum veruliga brennir, er tað vit treingja til. ”Móses, Móses…Lat teg úr skónum…” At antin beheldur tú tínar skógvar og missir eldin og kraftina ella betalur tú tað, sum tað kostar at lata seg úr og fær lut í eldinum og kraftini!
Hvar og hvussu møtti Paulus evangeliið, hvussu var kraftin á honum? Vit lesa í Ápostl.9 : ” og hann fall til jarðar og hoyrdi rødd, ið segði við hann: ” Saul, Saul! Hví søkir tú at mær?” Og hetta upplivilsi endurgevur Paulus í kap.26.14-15: ” Saul, Saul! Hví søkir tú at mær? Tað verður tær hart at sparka móti oddinum.” Tá segði eg: ” Hvør ert Tú, Harri? (Jehova! Røddin, ið talaði av himli tosaði hebraiskt) Harrin svaraði: ” Eg eri Jesus, Hann sum tú søkir at.”
Hvør ert tú Jehova, sum stingur og plágar meg, so eg fái ilt táið eg sparki? Hvør ert tú Jehova, sum ger meg blindan? Hvør ert tú Jehova, sum skræðir alt lívsgrundarlagið undan mær? Hvør ert tú Jehova, sum frátekur mær alt embætið, sum eg livi gott uppá? ”Eg eri Jesus!” Hesin evangeliski Jesus, sum umvendir á slíkan hátt og doypir tey somu í Sítt egna navn, sum er í Jesu Kristi navn og fyllir tey við sannleikans Anda, so tey hata religiøsitet og hyklarí er blivin burtur í okkara sokallaða kristna samfelag. Kraftin, heilaga andans eldur, dirvi fyri sannleikan og tað at verða kompromileysur er blivi burtur. Alt er ídag ein gráur massi.
Latið okkum vera trúføst og ikki skammast við evangeliið. Eg vil ikki missa kraftina! Sangurin sigur: ” Hele vejen gå, hele vejen gå. Koste hvad det vil og hvad andre mene må. Jeg guds folk vil følge, om de end er få. Jeg vil med Jesus hele vejen gå!
Hallur Sørensen