Deyði Egyptin.

“Soleiðis frelsti HARRIN tann dagin Ísrael úr hondum Egypta, og Ísrael sá Egyptar liggja deyðar í fjørðuni við sjógvin. Táið Ísrael sá stórverkið, ið HARRIN hevði gjørt við Egyptar, óttaðist fólkið HARRAN; og tey trúðu á HARRAN og á tænara Hansara Móses. 2.Mós.14.30-31.

Hetta er ein hin stórsta hendingin í Bíbliunnar søgu. Valla er tað nøkur hending, sum verður so oftani endurgivin sum hendan gjøgnum G.T.: at Ísrael gekk yvir um Reyðahav á turrum, og at fólkið sá endan á trælahaldinum, og byrjanina til eitt lív saman við Jehova og tænara Hansara, Móses.

Gjøgnum alt tíðarskeiðið, frá tí at fyrsta plágan varð boðað og til tey standa hinumegin Reyðahav, so vóru tey vard av sterku hond HARRANS. Sjálvt um Farao noktaði fer eftir fer, so varð tað soleiðis, sum Móses segði frá HARRANUM: Lat fólk Mítt fara!
Til hesa uppgávu nýtti Harrin tveir menn. Móses og Áron, ávíkavist 80 og 83 ára gamlir. Harrin gav teimum sítt embætið og eina kolosala andaliga og fysiska styrki, og eitt treysti og úthaldni, sum tú skalt leita leingi eftir. Tá ið Harrin útvelur sítt reiðskap, so bæði sæst og hoyrist tað. Tað er einki ynkiligt, og ei heldur nøkur falmandi flamma. Eldurin, sum brendi í tornarunninum, brendi seg inní sálina á Móses og hon vardi i 40 ár. Fyri eitt heilagt kall og genuint møtið við Harran sjálvan. Hesir báðir høvdu ikki verið á nøkrum bíbilskúla hjá Åge Åleskjær í Oslo Kristne center, ei heldur í Uppsala hjá Ulf Ekman. Ikki høvdu teir verið í Hillsong og lært nýggjastu sangirnar, ei heldur verið á møtum hjá ávíkavist Rodney Howard Brown og Benny Hinn og fingið nakra double dose av Holy Spirit, fyri síðani at detta afturá, og táið teir halda, at nú er nokk ligið, so knipsa teir við fingrunum og geva tekin til sínar samverkamenn um at taka viðkomandi uppaftur. Men hesir báðir kendu kraftina og orðsins boðskap. Hesir høvdu ikki verið uppstillaðir ídag og verið nakað alternativ sum elstubrøðrir. Ikki høvdu teir passa inn í nakran leiðsluform. Alt ov gamlir, og úti av stand til at finna útav, hvat nýmótans ungdómurin hevur sans fyri av musikki og óåndsfyltum lovsangi. Men Gud valdi teir og var stoltur av Móses og Áron. Síggi teir fyri mær koma inn til Farao, Ramses annar. Hesin ungi kongurin hevði nokk væntað, at Gud Hebreara kundi av øllum valt sær onkran annan sum ambassadør fyri sín vilja og sína ætlan. Hann hevði nokk væntað at sæð okkurt meiri attraktivt. Ikki luktaðu teir nakað serligt. Fullir av seyðalukti, ørkensand í eygnakrókunum, slitin klæðir o.s.fr. Men teir vóru Guds reiðskap. Tað er alt avgerandi!

So fer Ísraelsfólk avstað við Móses og Áron á odda og tey koma yvirum. Og tað stendur: “Soleiðis frelsti HARRIN tann dagin Ísrael úr hondum Egypta…” Hvussu frelsti Hann tey. Tað var dramatiskt. Egyptin er bílæt uppá synd. So Harrin tók lívið av syndini við at drukna hana. Og hvussu druknaði Harrin syndina? Jú, tað stendur í 1.Kor.10.2: vórðu allir doyptir til Móses í skýnum og havinum,… Og hvør var Móses ein mynd uppá? Jesus. Tey blivu øll doypt sum á hvítusunnudegi í Jesu Krist navn – til Móses. Gud gjørdi enda á syndini, Egyptunum gjøgnum dópin! Tað er kraft í Jesu navni!

Og tað stendur víðari: og Ísrael sá Egyptar liggja deyðar í fjørðuni við sjógvin. Eitt flott beskrivilsi! Hugsa tær til, táið ísraelittiska mamman fór oman í fjørðina og sá egyptan, syndina, ið hevði volt henni stóra pínu og kvøl gjøgnum mong ár, við at lokka mann hennara at drekka, ganga á vertshúsum, spæla pengarnar burtur, so at hús og heim lá í skeljasori. Øll árini við gráti og sorg og neyðarrópi. Nú lá syndin deyð og bleiv ongantíð livandi aftur. Fyri ein eksploderandi gleði sum hevur ljóðað í hennara munni.

Ísraelittiski pápin tók túrin oman og sær egyptan, syndina, sum bukaði hann, sló, tortureraði so tað stó um lív. Arrini á rygginum eru enn, men ongantíð aftur pískasløg á ryggin. Ongantíð aftur hart trælaarbeiðið fyri Farao. Ongantíð aftur at síggja egyptan sláa børn og konu sína. Ongantíð aftur hóttanarbrøv og ærumeiðing. Ræðslan og óttin fyri tí harða egyptanum er burtur. Ongantíð aftur spott og háðorð móti Ísraelsgudi og Hansara fólkið. Ongantið aftur spott móti Harrans navni og dópinum. Unglingarnir taka túrin oman og síggja, at egyptin, ið oyðilegði øll barnaárini, við at syndin herjaði heima við hús er deyður. Ongantíð var friður og gleði. Pápin var undir kontroll av egyptanum 24 tímar um døgnið. Mamman undir uppsýn av egyptiska KGB. Farao og hansara tænarir komu inn í húsini uttan ávaring, nátt og dag, og tóku alt av ræði. Heimið stýrt av Alkohol egyptanum, nikotin egyptanum, skilsmissu egyptanum, nervatablett egyptanum, lukkupillaraegyptanum.

Børnini fara sama veg og síggja egyptan liggja deyðan. Hann, ið lokkaði og freistaði børnini at stjala, bannað, vera frek og ljót í munninum. Gera uppreistur og vera foreldrunum ólýðin. Nú er syndin deyð og drukna. Harrin tók lívið av henni!

Tí skilir man, at tað stendur so flott: Táið Ísrael sá stórverkið, ið HARRIN hevði gjørt við Egyptar, óttaðist fólkið HARRAN. Sanniliga er tað eitt stórverk, táið Harrin kemur framat og ger enda á syndini. Frá Satans makt og til Gud. Frá myrkrinum inn í ljósið. Tað er eitt undur. Eingin, og

absolutt eingin kann gera slíkt, uttan Harrin. Táið HARRIN blottar sín arm og rættir stavin út í hond Mósesar, hvør kann tá standa vilja Hansara ímóti?

”og tey trúðu á HARRAN og á tænara Hansara Móses.” Tey trúðu á Harran, sum Móses prædikaði um, tí hvussu kann mann trúgva, uttan so at onkur prædikar? Og so trúðu tey á tann mann, sum hevði eitt ”So sigur Harrin”, og sum hevði fingið embætið frá Harranum.

Hallur Sørensen