Gud Mín, Gud Mín, hví ert Tú farin frá Mær? Langt burtur er frelsa Mín , tóat Eg rópi um hjálp. Sálm.22.2.
Ja, ein skuldi ikki trú, at hetta var sjálvur Dávid kongur, sum rópti soleiðis. Hesin, sum tað verður sagt um í 2.Sám.23.1-2: “So sigur Dávid, sonur Ísai, so sigur maðurin, ið høgt var settur, hin salvaði Jákups Guds og yndisligi sangari Ísraels: Andi HARRANS talar í mær, orð Hansara eru á tungu míni.” Hesin Dávid, ið var útvaldur sum unglingi at verða hirði Ísraels. Frelsari fyri sítt fólk. Bjargaði seyði og geit undan kjaftinum á leyvu og undan klónum á bjørn. Tileinkis gjørdi Filistaran Goliat og kappaði høvdið av honum og gav fuglum himmalsin eina stóra kjøtmáltíð. Kom heim til Saul og Abner við høvdinum á filistaranum sum eitt sigurstrofé, meðan blóðið dryppaði av hesum feska sigri. Hesin, sum kvinnurnar dansaðu og sungu um: Saul feldi síni túsund, men Dávid feldi síni tíggjutúsund! Sum vann og Guds kraft var við, so allir mótstøðumenn máttu lúta. Sum kom heimaftur frá kamparenaðini við 200 Filistara-yvirhúðum. Sum var kvikari enn ørnin við sínum svørði og spjóti, og sterkari enn leyvan í dirvi og dristigheit, og sló harðari enn bjørnin. Hvør kendi ikki hendan Betlehemit?
Sami maður var Jesus. Føddur í Betlehem. Rótskot og ætt Dávids, hin bjarta morgunstjørna. Fullur av kraft og styrki. Sjúk, lamin, visin blivu grødd av hansara andaliga autoriteti. Veikleika andi, stummi andi, blindi andi, deyvi andi mistu sítt vemmliga, syndiga grep, táið Jesus beyð hesar helvitis kreftir um at forláta Ábrahams synir og døtur. Spitølsk blivu reinsað, so húðin varð sum á nýføðingi. Forkynnilsi var av slíkum karakteri, at sagt varð: Aldri hevur nakað menniskja talað, soleiðis sum hesin maður! Hann talaði og vakti upp deyð. Hann talaði og Lasarus kom út úr grøvini. Talaði og hótti vind og aldu og sagt varð: Hvør er tó hesin, síðani bæði vindar og vatn akta Hann? Ja, maður, sum salvilsi var mektigani tilstaðar, so at øll ok blivu sprongd fyri Hansara fiti.
Men sami Jesus rópar eins og Dávid: Gud Mín, Gud Mín! Hví ert Tú farin frá mær?
Allir Guds menn og allar Guds kvinnur hava upplivað slíkar stundir. Ræðuligar stundir. Eitt hjálparloysi og eina gudsforlátheit. At Gud er blivin burtur. At Hann er farin frá mær og tær. Myrkrið senkar seg inn yvir ein og eingin útvegur er. Tilletur Gud slíkt henda? Ja Hann ger! Tað er, sæð við okkara eygum, órættvíst og óhugsandi, at Gud tilletur síni børn uppliva slíkt. Eg ynski at bera fram eina realitets ferð og eitt realitetslív við Gudi. Tað er ikki bert nakrir dansir á rósum. Tað eru mong, ið kunnu siga frá vøkunætrum, í gráti og sorg. Mong, sum kendu sviðan av lívsins strabadiøsu valgum. Hús og heim, sum pantufútin gjørdi krav uppá. Skrædl í økonominum. Hóttanarbrøv, sjúka og deyði, sum bankaði á dyrnar. Børnini, sum komu skeivt út í lívið. Ja, ein kundi nevnt mong ting.
Ja, men hvar er kraftin, hvar er salvilsi? Kanst tú Dávid ikki bara syngja eitt sindur og dansa eitt sindur? Nei. Gud er farin frá mær. Kunnu tit ikki bara seta í gongd at biðja og fasta? Nei. Gud er blivin burtur. Kanst tú Jesus ikki bara koma niður frá krossinum? Nei. Gud er farin frá mær.
Vit hava øll i meiri ella minni styrki upplivað hetta, sum eg skrivi um. Man kann ikki bara rista tað av sær.
Men loyndarmálið er nemmliga, at tað er ein testur. Hetta fyri at vita, hvussu tann andaliga konstruktiónin er. Hvussu væl festar tær andaligu røturnar eru, hvussu djúpt tær stinga niður og heinta vatn frá teimum ósjónligu keldunum. Hvussu væl sálin og andin eru forankrað inn um tað alra heilagasta. Úr hesum, komu teir báðir sigrandi og tú ert í Dávid Jesus Kristus og kemur saman við teimum eisini sigrandi úr tínari myrku, svørtu støðu. Tú kemur eisini eins og profetur Sámuel at reisa eitt andaligt Eben-Ezer yvir títt lív. Job sigur tað so flott: Tí Hann kennir leið mína og atburð mín; roynir Hann meg, skal eg ganga út sum gull úr royndini. Job.23.10. Alt ekta gull tolir eld. Men royndin, meðan hon stendur uppá, tað skal eingin fortelja mær, er ikki nøkur komfortabul roynd. Men gullið verður foredlað – eins og tú. Pætur sigur tað soleiðis: Í henni(trúnni)gleðast tit, um tit so nú stutta tíð – táið so skal verða – hava sorg í alskyns royndum, fyri at roynda trúgv tykkara – sum er mangan dýrabarari enn hitt forgeingiliga gull – og tað verður tó roynt við eldi – kann finnast til rós, dýrd og heiður í opinbering Jesu Krists. 1. Pæt.1.6-7. Tonk yvir hetta útsagn: kann finnast til rós, dýrd og heiður í opinbering Jesu Krists. Eg hevði als ikki trú hesum, um tað ikki stóð skrivað í Bíbliuni. Men innfyri komu Harrans Jesusar skulu hesi rósa sær í Harranum og siga: Harri, tann trúgvin og tað lív, ið tú føddi, tað toldi alskyns royndir, og eg varð standandi í trúnni.
Minst til: Tú lagrar í íløtum tínum kraft, salvilsi og enorma erfaring við Gudi, táið slíkar stundir koma á teg. Tær eru ikki behagiligar og tað er totalt óaktuelt at tala um slíkar síður við evangeliiunum. Men tað er í myrkrinum, at tú lærir Gud at kenna og Hansara enorma trúfesti, tí tá mugu eygu Hansara vera tíni!
Hallur Sørensen