At ræðast menniskju leiðir í snerru, men tann, ið lítur á HARRAN, verður bjargaður.

Orðt.29.25
At Sálomo var vísur, er ikki til at síggja burtur frá. Hansara orðingar og útsaginr sláa ikki feil. Vit minnast eisini hansara andaliga vísdóm, táið hann skuldi fella dóm yvir, hvør ið konan var, sum var mamman at dreingjabarninum. Hetta var ein sera torfør uppgáva, og hon hevði havt fatalar konsekvensir báðar vegir, um Sálomo ikki dømdi rætt. Men hann stóð royndina – 1.Kong.3. Og táið tað viðvíkur hetta orðið frá Sálomo í Orðt.29.25., so er tað ein sannroynd fyri mong menniskju. Mong menniskju hava kent sviðan av hesum – at ræðast menniskju!
At tað liggur til menniskja at ræðast – summi meir og summi minni – vísir seg at vera ein sannroynd. Ikki skal tað heldur ljóða, at tað er nakað ónormalt. Tí var eingin ótti, so varð allarhelst nógv roynt. Í so máta virkar óttin eisini sum ein bremsa.
Men menniskjaótti er ein ræðuligur torturur. Tað havi eg roynt. Hann bindur menniskja og ger ein handlingslammaðan at útføra tann viljan og tað ynski ein veruliga hevur. Óttin førir so til deprisjón, tí at lívsfoldanin av, hvør ein er verður hemmaður. Hetta ger ein mótleysan, og øll saft og kraft av lívsjáttan dettur burtur millum fingrarnar.
Eg minnist, at eg sum ungur ikki tordi at játta, hvør eg var, og hvat eg stóð fyri. Mong royndu sítt besta og søgdu mangt gott við meg og meintu tað væl. Men óttin bant. Ikki fyrrenn Jesus stóð framman fyri mær í orðinum og segði ”Óttast ikki!” Tá hvarv óttin. Ikki er tað fyri einki, at tað fyrsta Jesus segði, táið hann møtti menniskju var hetta: ”Óttast ikki!” Hann vitsti, at óttin kúgaði tey niður, so tey ikki skuldu kunna móttaka frelsu, grøðing fyri sjúkir og alskyns veikleikar, signingar og streymar av vón um framtiðina.
Hvønn ræðist tú? Ert tú óttafull/ur at játta, at í tínum innara templi, eigur tú Gud Ísraels, og á Hann hevur tú trú á í langa tíð. Hansara navn ert tú doypt/ur til. Hetta guddómmliga lív hevur gjørt teg til ein fremmandan og útlending her á jørðini. Men tú hevur ótta at siga hetta. Táið vinfólk og arbeiðsfelagir spyrja teg, um tú ikki skalt renna út í sama skammloysisdíki eins og tey, so bert tú teg undan á lættasta hátt. Spyrja tey síðani hví, so kemur eitt forkølað svar, ið als ikki stemmar við veruleikan? Tað er bara Jesus, ið kann fría teg frá hesum og hjálpa tær. Skriftin sigur: ” Og kalla á Meg, tann dag tú ert í neyð – Eg skal bjarga tær, og tú skalt prísa Mær!”Sálm.50.15.
Ella ræðist tú tíni egnu, títt egna avkom? Tú ert trúgvandi, men tey eru ikki trúgvandi og leggja ikki í títt trúarlív. Tey vita væl, at tú gongur á møti og tey vita væl, hvønn dag og tíma hetta fyrigongur, men tey eru passaliga frek at leggja upp sítt skema og halda, at hetta skalt tú bara finna teg í. Um tú missir eitt og tvey møtir og má halda teg frá likami Kristusar og samfelagið við teim heilagu, so skalt tú bara finna teg í hesum og gjalda prísin. Ert tú ræddur fyri at siga við børn tíni ella næsta ættarlið, at hetta, ið viðvíkur tey ævigu virðini skal vera gjørt(fyrst) og hitt ikki ógjørt(kemur í næstu prioritering). Torir tú ikki at gerast ópopulerur og gjalda tann kostnaðin? Er hetta ov møtumikið. Er ræðslan fyri soni og dóttur at siga, at ætlanir mugu takast út frá tínum tørvi til at koma og hoyra evangeliið um Jesus? Tel eftir: hvussu ofta hevur

man verið noyddur at eftirlíka teirra krøv? Vinur lat teg ikki binda. Orðið frá Es. 521.2 sigur: Vakna, vakna, lat teg í styrki tína, Zion! Lat teg í hátíðarbúna tín, Jerusalem, tú hin heilagi staður…rist dustið av tær, reis teg, set teg í sæti títt, Jerusalem! Loys bondini av hálsi tínum, tú hin hertikna dóttir Zion!

Í Jóh.7.13 stendur: ”Tó talaði eingin opinlýst um Hann, av ótta fyri Jødunum.” Ótrúligt, ið óttin hevur fastatøkur á menniskju. Eingin tordi at tosa opinlýst og beint fram. Lat ikki hetta vera okkara vitnisurður – at ræðslan bindir títt taluorgan at kunna hevja frelsaran, tí at í tínum nærumhvørvi eru nakrir ”jødar” ið vilja Honum eftir lívinum, V.1.
Seinna helvtin av versinum sigur: ”men tann, ið lítur á HARRAN, verður bjargaður.” Hevur tú menniskjaræðslu og ynskir at hetta skal taka sín enda, so er einasta vónin at seta sítt álit á Harran og tú verður bjargaður úr hesi snerru. Lat teg ikki binda meir. Men verð fríur á Harranum . Sálm.37.5 sigur: ”Gev HARRANUM veg tín í hond, lít á Hann. Hann skal gera tað!
Eg havi havt ta gleði at kunna lisið um Victor Danielsen, henda Guds høvding! Óræddur og ósmæðin virkaði hann fyri Jesus. Og hansara dristigheit kom øðrum menniskjum til hjálpar og gleði og førdi tey út úr fuglamansins snerru. Fyri ein andalig reaksjón tað verður, táið títt ósmæðni og óttin fyri Harranum verður størri enn óttin fyri menniskju.
Móses kom eisini í hendan ræðslutortur eftir at hava talað við Harran út út brennandi tornarunninum. Ræddur fyri at møta sítt fólk, sína familju og ikki minst at koma inn fyri Farao við stamandi vørrum við boðskapinum til Farao. Men Harrin tók um Móses og hann varð tann útfríandi faktorurin til Ísraelsfólk.
Hebr.brævið 13.5-6. sigur: ”Hann hevur jú sjálvur sagt: ”Eg skal als ikki sleppa tær og als ikki fara frá tær” – so vit kunnu siga við fríum móti:”Harrin er hjálpari mín, eg skal ikki óttast – hvat kann menniskja gera mær!”

Hallur Sørensen