Møti í “Dansifrøi” í Gundadali 25. og 26.februar 2017.
Sangluttøka:
Heine Lutzen
Bárur Tindskarð
Svein í Prestgarði
Eyðun Jacobsen
M.C. Restorff
Ebenezerkórið
Til felagssangin koma harmonikuvinirnir at spæla.
Svenning av Lofti og aðrir tala.
(Svenning segði í Lindini, at hann kom at tala bæði kvøldini, men onkur fer at hava vitnisburð; bæði kvøldini stuttir vitnisburðir…) Á Bylgjulongd fríggjadagin 17.feb.2017.
Fyri ein religiøsur samanblandingur! Svenning segði í Lindini, at boðskapurin varð einkil og greiður um Jesus og krossin. Men so kemur næsti spurningur: Um nú onkur skuldi tikið móti frelsuni, og viðkomandi spyr, hvar hann skal koma at fáa sína andaligu føði komandi tíðina, hvat svar fær viðkomandi tá?
Nú stendur Svenning til at vera prædikarin í hesi fundarrøð. Og skriftin sigur úttrykkiligani klárt So kemur tá trúgvin av tí, sum prædikað verður,… Sangur er góður, og skapar góða atmosferu og er við til at mýkja hjørtuni og skapa opning fyri prædikuni. Men eingin, absolutt eingin verður bíbilskt umvendur gjøgnum sang og musikk! Tað ger prædikan.
Also, um tað so skuldi hent, at onkur tekur við frelsuni, so hevur viðkomandi tørv á einum andaligum heimi. Hvar skal viðkomandi fara? Ja, eftir mínum tykki, so átti viðkomandi at blivið ein bróðir, síðani hann varð vunnin gjøgnum prædikuna hjá Svenning. Vit blanda ikki Bár Tindskarð, Svein í Prestgarði, M.C ella Ebenezerkórið uppí, tí hesir eru tilhoyrandi brøðrasamkomuna. Men hvat sigur Heine Lutzen til slíkt? At Heine Lutzen kann verða við til slíkt, vísir at hann er vinglutur, og at hann er givin at kempa, tí hann sær ikki mótstandarar longur. Hann eins og aðrir hava graderað bíbliuna inn í týdningarmiklar og minni týdningarmikar sannleikar, og meir og meir er í tí síðstu kategoriini. Eitt sum eg vil stilla hesum monnum eisini er: góðkenna tit kirkjurnar og samkomurnar hjá hvørjum øðrum at vera Guds samkoma? Um tit gera, hví eru tit so fleiri? Hví samlast tit ikki undir einum leisti? Um nú Kristus er høvdið fyri allar samkomur, við hvør sínari læru, so má eg bara siga, at hetta høvd er forvirrað. Sjálvsagt er Kristus ikki høvdið fyri allar samkomur og kirkjur!
Eg vil eisini spyrja Heina: ynskir tú primert, at brøðurnir skula blíva Kristi gleðiboð viðhaldsfólk? Ert tú á hesum møtum fyri at fiska tey ella at styrkja teirra støðu í síni trúgv? Um onkur verður frelstur og spyr teg Heine, hvar tú heldur, at hann skal eta andaliga føði, hvat ætlar tú at svara? Minnist til tit allir: Geri ikki hesi sálini skaða, við at gera hana meiri forvirraða, enn tá í sálin livdi í synd!
Eyðun er eisini við í sanginum. Eyðun trýr saman við Kelduni, at nýta andaligu náðigávurnar. Tey gera kolosalt brúk av hesum. Hartil nokta brøðurnir – íhvørtfall teir flestu – alt sum minnir um náðigávurnar. Um ein umvendir seg í hesi fundarrøð, og viðkomandi biðjur Eyðun Jacobsen um at leggja hendurnar á seg og standa saman í bøn um fylling Heilaga Andans við tungum sum tekin. Hvat ætlar hann at siga og gera? Hevur hann góðs og dristigheit at ganga Svenning og Svein og Bár og alt Ebenezerkórið ímóti? Ella má hann vegra seg og umbera seg og forláta tað, ið hann sjálvur trýr?
So er felagssangurin við harmonikuvinunum eisini á skránni. Hesir eru flestir tilhoyrandi kirkjuna og heimamissiónina. Um onkur skuldi blivið frelstur hesi kvøldini og sá, at dópur var eitt stig í trúnni, hvat fyri tónar høvdu harmonikurnar tá havt? Høvdu teir noktað dópin, meðan Svenning hoyrdi? Høvdu teir sagt, at barnadópurin var nóg góður og at barnið var tryggjað ævigt lív? Ella hvat hevði Svenning sagt?
Hvat høvdu Pætur og Paulus sagt til slíkt sirkus? Høvdu teir staðið model til slíkt? Aldrin í lívinum!
Eg vil enda við einum sera álvarsamum versið. Í Jákup.1.7-8 stendur: Ikki má tað menniskja hugsa, at tað skal fáa nakað frá Harranum – slíkt tvísint menniskja, vinglut á øllum leiðum sínum. Fólk halda, at við at skifta lit og venda troyggjuni eftir vindinum og vera einigur við tann síðsta ein tosaði við, so at man passar inn allastaðnis, at tað gevur góðan gevinst. Ja kanska hjá menniskjum gevur hetta bonus. Men als ikki hjá Harranum. Tað líkar ikki Harranum at vera tvísintur. Ikki hugsa, at tú fær nakað frá Honum!
Hallur Sørensen