Í Ápostlasøguni kap.28.1-6 stendur:
“Táið vit nú vóru bjargaðir, fingu vit at vita, at oyggin æt Malta. Fólkið á oynni vísti okkum óvanligan menniskjakærleika; tey kyndu bál og tóku sær av okkum øllum, við tað at nú var farið at regna, og kalt var. Í tí Paulus kastaði á bálið eina rúgvu av turrum greinum, sum hann hevði sankað saman, skreið ormur út undan hitanum og beit seg fastan í hond hansara. Táið tey, ið á oynni búðu, sóu dýrið hanga í hond hansara, søgdu tey hvørt við annað: “Hasin maður er óivað manndrápari, sum hevndin ikki gevur loyvi at liva, tóat hann er bjargaður frá sjónum!” Men hann risti dýrið av sær í eldin og hevði einki mein av tí. Tey væntaðu, at hann fór at hovna ella knappliga detta niður deyður. Men táið tey høvdu bíðað leingi og sóu, at einki sakti hann, fóru tey at hugsa annað og søgdu, at hann var gudur.”
Eitt undarligt tænastu lív, ið Paulus livdi. Trúgvi ikki, at nakar ídag hevði sagt ja til Jesus, um viðkomandi fekk bjóðað slíkt kall. Tað skulu íhvørtfall sterkir nervar, og ein ókúgilig jarnvilji til at renna skeiðið. Eg veit íhvørtfall somikið, at eingin pinsavinur ella karismatikari í Føroyum hevði viljað bjóðað sær sjálvum slíkt. Teir geva eftir, bert ein fluga flýgir forbi og sleppur einum lítlum prumpi. Andaligt góðs hava teir ikki, og sterka ryggrad havi eg so ikki sæð hjá nøkrum av teimum. Teir geva eftir fyri sannleikanum fyri eitt gott orð og tora ikki at standa eins og Dániel. Kanst tú síggja fyri tær nakrar av hesum fínpussaðu slipsa og lakkskón bíbilskúla útdannaðu monnum, liggja úti á miðalhavinum við sjógv á bakið, knústum skipi og 276 hartkókaðum fangum? Bíbilskúla ungdomar verða gjørdir fremmandir fyri, hvat eitt genuint kall og tænasta inniber. Andans og oyðimarkar skúli ger ein til ein Nazireara og til ein andaligan guerilla hermann, ímeðan bíbilskúlarnir gera ungdómarnar meiri andaliga femininar, við at alt mansligt og alt, ið minnir um andaligt testosteron verður fjernað. Nei, lat hesar menn bara sita við skúlaborðið og eta kirsuber saman við øðrum, sum als ikki vita, hvat guddómmiligt kall inniber.
So stranda teir á malta. Og Paulus er skjótur og raskur at reisa seg upp og taka hond í greinar, fyri at bálið kann loga og skapa hita. Eftir slíka sjóferð og illveður og uttan nakran kost í 14 dagar og skipsforlis, og at summir bjargaðu sær á land við at svimja. Og teir, ið ikki dugdu at svimja, bjargaðu sær á plonkum og øðrum vrakrestum av skipinum, so er øll grund til, at ein er illa fyri psykiskt og fysiskt. Men kallið hjá Paulus gjørdan hann krútsterkan. Hann reistist og fór til verka. Men sjálvt um hann er sterkur, og hann væl veit, at Jesus er hjá honum og vakir yvir hann, so er hann sjálvsagt merktur av túrinum. Hann var eitt menniskja eins og tú og eg.
Í hesum tilstandi, so samlar hann greinar. Hann ynskir at vera við og hjálpa og vera ein partur av felagsskapinum. Ynskir at veita hita og vera við at fjálga um støðuna. Skapa eina brennandi atmosferu. Men so verður hann bitin.
Kennir tú teg aftur? Tú vart troytt/ur og merkt/ur av leiðini, ið Harrin førdi teg út í, men tú gavst ikki upp. Reistist og fór til verka. Tú vildi vísa andaligan karakter og hjálpa menniskjum og fjálga um tey og geva teimum hita og alt gott. Ja, tú gav teg sjálvan fyri at bjarga hinum, so tey ikki frystu í hel. Men í hesari tænastu, so bleivst tú bitin. Tú bar hesar greinar – menniskju, menn, kvinnur, ungdómar, neyðina, sorgina – til eldin, til golgata, til altarið, til samkomuna, einans við einum fyri eyga: at kuldin frá heiminum ikki skuldi taka tey av døgum. Og ímeðan tú sankaði tey saman og bar tey í favninum, so kendi tú bara eittans og tað var eitt slangubit. Tað var tøkkin og lønin: eitt slangubit. Tú kennir teg kanska aftur, at tú kom inní situatiónir hjá menniskjum, sum vóru um at frysta í hel, og táið tú nú helt, at nú er situatiónin vend og bálið logar meiri nú enn nakrantíð, so kendi tú bert eitt kalt og kyniskt slangubit. Hvussu mundi Jesus kenna tað eftir 3 ½ ár, har hann grøddi tey, reinsaði tey, frelsti tey, dreiv út illar andar úr mnskj. Øll hesi, sum mundi forgingið av kuldanum frá satan. Men hesi somu róptu krossfest, krossfest. Tað var eitt slangubit sum takk. Tey bitu frá sær. Eg kenni eisini frá mínum kalli, at meðan eg uppá tað heitasta við eldi frá Gudi førdi menniskju til bálið við andans atmosferu, so varð eg bitin. Jú mín sann. Ein má rokna við ymiskum, táið ein tænir Harranum.
Og skjótt konkluderaðu hini, at nú tekur hevndin Paulus. Paulus, synd tín skal finna teg. Tú , sum hevur verið so radikalur, nú stendur tú við deyðanum í hondini. Tú, sum hevur ávarað og felt dóm yvir falskar ápostlar og prædikumenn, nú verður tú sjálvur dømdur og feldur. Ja, orð og ljótir tankar um Paulus tvørraðu ikki. Men nei, salvilsi vardi hann og gjørdi øll ovfarin. Paulus var ikki Gud, eins og tey hildu, men Gud búði í Paulus!
Hvat er so at gera, táið slangan bítur, menniskju vísa tenn, og øll vænta at nú leggur tú stavin og at tú hoknar undir giftini frá slanguni? Tað stendur at slangan beit seg fasta í hondina. Hvat gert tú, táið slagið enn situr fast í tær, sjálvt um tann, ið sló, er farin frá tær? Hvat gert tú, táið vemmiligu orðini og setningarnir enn sita fast negldir í tær, sjálvt um viðkomandi er farin út úr stovuni hjá tær? Hvat gert tú, táið giftin spjaðist runt í tær, sjálvt um satan er farin frá tær eina stund? Jú, tað er eitt tú skalt gera: statt nær at eldinum allatíð, nær at Golgata. Gud er eldur, statt har á klettinum, meðan eldurin fer framvið tær og rist allan djevulskap í eldin, og tú fær ikki mein av tí! Slangan doyr og hennara gift forgongur, men tú stendur sum eitt prógv, at Harrin býr í tær!
Hallur Sørensen