Eg veit um verk tíni. Hygg, Eg havi framman fyri tær sett dyr opnar, sum eingin fær latið aftur. Tí tú hevur lítla kraft, og tó hevur tú varðveitt orð Mítt og ikki avnoktað navn Mítt. Jóh.opinb.3.8.
Táið viðvíkur yvirsetingar í Bíbliuni, so eru tvær høvuðsyvirsetingar. Nr.1 :konkordant yvirseting og idiomatisk yvirseting.
Tað er ikki líkamikið, hvørji prinsippir ein arbeiðir eftir. Konkordant er tað, ið heldur seg so nær at orð fyri orð í grunntekstinum, meðan idiomatik er, at yvirseta við tulking – hvat meinar orðið. Hetta seinna varð møtt við sterkari mótstøðu – sum er skilligt. Ikki ein og hvør Hanus og Janus kann seta sín dám á Guds orð. Men í einkultum dømum kann verða ringt at yvirseta orð fyri orð, og tí traðkar idiomatikkurin inn.
Tá ið tað er: varðveitt orð Mítt , so liggur í idiomatikkinum: varðveitt ALT orð Mítt. Eg skal ikki koma við endligari staðfesting um, hvat ið er meira rætt. Men tað liggur nær upp til, at eingilin – angelos, boðberin, – fær eitt skriv, og í skrivinum er ein heilsanin: og tó hevur tú varðveitt ALT orð Mítt. Í versinum frammanundan sigur skriftin: ”Tann, ið oyru hevur, hoyri tað, sum Andin sigur við samkomurnar!” Andin hevur ongantíð verið partar av orðinum, stykkjavís av orðinum, men altíð verið í øllum orðinum/alt orð Mítt. Skriftin sigur í 2.Tim.3.16: ”Øll( ikki partar,stykkjavís )skriftin er innblást(inn anda) av Gudi…” So tá tað viðvíkur innandingina av orðið Guds, so er tað Alt orð Guds. Tað er tað, sum er so vælsigna við hesum flokki í Filadelfia tíðini. At hóast hon ikki er stór í kvantiteti ”tú hevur lítla kraft”, so er hon tað í kvaliteti. Hon hevur einki at vísa á av tí, ið fangar eygað, men tað, ið fangar oyra. Eyguni hava 25 ferðir so stóra ávirkan á heilan og á tað sansiliga, sum oyruni hava. Hesi, ið hava hildi fast við alt orð Guds satsa ikki uppá tað útvortis, men andans lív innvortis.
Tey hava ikki satsa uppá tað volumiøsa í klædnadrakt við prestakjólum, ið hava innseymaðan kross og emblemum til eyguni, tí har var einki at hoyra. Ikki givið altartalvir og ljósastakar gætur. Ikki hildið, at málningar av Rembrandt, Van Gogh og Michelangelo er nakað fyri andans lív. Men sum Paulus sigur: Kristus varð málaður fyri eygum, sum krossfestur! Hesi satsaðu uppá, at tað var Andin, ið málaði Kristus fram við reyðum blekki frá Golgata, so at oyruni hoyrdi boðskapin: ”Tað er fullgjørt!”. Einkult og greitt.
Tey høvdu lítla kraft, viðvíkjandi antal menniskju, men tey høvdu orðið, og tað opnaði dyrnar. Tey høvdu lítla kraft, tá tað viðvíkti, at nakar skuldi tosa teirra sak, men Gud opnaði hurðina, sjálvt um mong vildu steingja. Fólk østu seg ferð aftaná ferð, at tað gekk teimum væl, og hurð aftaná hurð opnaðist, sjálvt um hini gjørdu alt og nýttu øll kynstur fyri at seta ein stoppara. Men tey hildu fast við alt orðið.
Tey hildu fast við alt orðið, táið tað komtil ta ævigu útveljingina og pilkaðu ikki út tað, ið teimum ikki dámdi við útveljingini. Tey hildu alt orðið um reinleika, heilagleika og atskiljan frá hesum ónda heimi. Tey blandaðu seg ikki uppí politikk fyri at økja um kraftina. Søgdu tey við Gud: ”Gud, vit vilja økja um kraftina við at fara upp í politikk.” So svaraði Gud: ”So missa tit eisini alt orðið!”
Tey avnoktaðu tað ikki og søgdu, at hildu tey ein part av orðinum, so máttu Gud verða nøgdur. Nei, tey søgdu sum Esaias evangelistur: ” Til orðið og til vitnisburðin!” og vitnaðu út frá orðinum og søgdu sum Luther: Sola scriptura – skriftin aleina.
”og ikki avnoktað navn Mítt”. Tað má merkja, at tit hava ikki avnoktað navnið, har onnur hava avnoktað tað. Jesus og hansara navn verður jú nýtt í øllum samkomum og kirkjum. Men hesi, ið hava hildið alt orð Guds, fáa at vita, at tit hava verið serstøk, tí tit hava ikki avnoktað navnið, sum jú hoyrir til tað, sum eitur ALT Guds orð. Tit hava ikki avnoktað tað, har tað skal brúkast og sigast. Tit hava sagt, at tríeindin er als ikki Bíbilsk, men ein lygn frá avgrundini, og at Hann, Gud er opinberðaður í holdi í Jesus Kristus. At Jesus er hin sanni Gud og ævigt lív.
Tit hava ikki avnoktað navn mítt í dópinum, har onnur hava gjørt tað. Tit hava doypt sum allir ápostlarnir og evangelistarnir í einasta góðtikna Bíbilska dópi, sum er í Jesu Kristi navni. Tit hava ikki avnoktað mítt navn og doypt í trimum titlum.
Í vers 11. sigur Bíblian: ”Eg komi skjótt. Halt fast við tað, sum tú hevur fyri at eingin skal taka krúnu tína!” Harrin kemur skjótt. Halt fast við tað, sum krúnan umboðar – sum er navnið og orðið. Í tí liggur kraftin, autoriteturin og salvilsi. Ikki løgi í, at Satan hevur gjørt alt, sum hann kann fyri at ræna navnið og orðið. Eftir sita menniskju í samkomum og kirkjum við hesum: Sóra kraft uttan orð og uttan navn!
Hallur Sørensen