Ulf Ekman blir katolik
Pastor Ulf Ekman lämnar Livets ord – och blir katolik.
Det berättade han under gudstjänsten i dag.
I morgon hålls det ett krismöte för de chockade församlingsmedlemmarna.
På sin hemsida publicerar Livets ord en intervju med församlingens grundare, pastor Ulf Ekman och han fru Birgitta, där de båda berättar varför de hoppar av – för att upptas i katolska kyrkan.
– För Birgitta och mig har det varit en långsam utveckling där vi gått från att upptäcka nya saker, till att uppskatta det vi upptäckt, till att närma oss och även lära oss av våra trossyskon.
Hetta omanfyri nevnda, er frá svenska tíðindablaðnum “Aftonbladet”. Sunnudagin tann.9.mars stóð Ulf Ekman officielt fram í heimasamkomu síni og kunngjørdi, at hann og konan, Birgitta, eru vorðin katolikkar. Hetta kom óvart á tey, ið lýddu á, og sum hoyra til samkomuna hjá Ulf í Uppsala, og allarhelst á mong onnur eisini. Men á meg og onnur í Nardus, kom hetta als ikki sum eitt sjokk. Tvørturímóti!
Tað, sum er ræðandi hesum viðvíkjandi, eru eftirvirkningarnir av hesum útfallið. Hetta kemur at hava ræðuligar fylgir. Tí gjøgnum mong ár, hevur hesin Ulf verið ein falskur profetur og lærari. Nú kom so hansara ektaði guddómligi identitetur fram, og hann er einki minni enn ein dreki, sum hevur havt lamba útsjónd við tveimum hornum – Opinb.13.11. Hesin maður hevur gjøgnum eitt langt virkið verið undangongumaður fyri tað, ið eitur pinsar og karismatikarar, og mong hava havt hann sum sítt fyridømi í læru og praksis – eisini føroyingar. Hetta er ikki nakar ”grønur óviti”, men ein av kanónunum innan pinsa og karismatisku vekingina. Hann hevur verið víða um og talað á stórum konferansum s.s. á THE EUROPE CONFERENCE, sum er tann stórsta stevnan hjá Word of Life. Henda stevnan samlar eini 10 -12.000 vitjandi frá allari verðini hvørt ár. Eisini hevur hann talað á kultursentrinum í KBH. Eisini tala á árligu stevnuni hjá pinsa og karismatisku rørsluni hjá Åge Ålekjær. Staðið á sama plattformi saman við Aril Edvardsen og eisini saman við Enevald Flåten. Í verðins høpi hevur hann talað í Russlandi, spania, Singapore, USA og
nógvastaðnis í Evropa. Missionerar sum hann hevur upplært, og sum hava sitið við hansara føtur, hevur hann sent til eitt nú Bangladesh, Russland, Ukraina, Armenia, Azerbajan, Afghanistan og Ísrael. Sjálvur studeraði hann í eitt ár í Rhema Bible Training Center in Tulsa, Oklakoma í Usa og kom so heimaftur og byrjaði Livets Ord í Uppsala.
Eisini fólk her í okkara landi hava verið á hansara bíbilskúla.
So er spurningurin hvat ið liggur fyri framman? Hesin maður hevur, sum eg havi víst, verið klótina runt og sátt sítt sáð av andaligari føði og hetta kemur at spíra fram so við og við. Eingin, ið er rætthugsandi, trýr at táið eitt epli verður sett niður, at ein kann vænta sær gularót uppaftur. Tú heystar tað, ið sátt er! Hesin falski Ulf hevur sátt tað sáð, ið hansara andi er av, og onnur hava móttikið. Hansara andi er ein falskur óhugnaligur andi, ið hevur avnoktað einasta høvdinga og Harra okkara, Jesus Kristus, tí nú er hansara nýggi ”stedfortræder” pávin í Róm, og hetta kemur at føra mong sama veg, ið hann nú sjálvur er farin. Hetta er bert startskotið, nú ein headmaður er farin, men mong fara at dragast sama veg, tí sáðið er plantað og kann als ikki takast burtur. Tit, ið hava lænt oyruni til hansara læru, saman við øllum hinum, ið hann samlast við eru í vandazonu at fáa somu lagnu. Tit, ið eru elstir og pastorar og junior og senior tænarir hava onga mótstandskraft at standa hesum ímóti nú. Tað er ov seint. Tokið er koyrt og kavabólturin er farin á rull og kemur als ikki at steðga aftur. Hetta er enn eitt endatíðarinnar tekin, og tey, sum ikki hava lurtað eftir tí klóka tænaranum koma fyrst at durva og eftir tað at verða lullaði í svøvn. Ístaðin fyri, at ein klár guddómmlig rødd ljóðaði frá talarastólinum, so hevur verið serverað sovitablettir. Tit hava ikki andaligt góðs at standa hesum kreftum ímóti. Ikki hava tit, við at hava tikið ímóti slíkum monnum, tann kunnskap og tann vísdóm til at avsløra hesar falskar menn og teirra tænastur. Eg vil líka venda sjóneykuni henda vegin eisini. Tit ið kalla tykkum pinsavinir her í Føroyum burdu kalla tykkum pinsafíggindar. Tit eru fíggindar av tí evangeliunum, ið varð talað á hvítusunnu. Pætur stígur fram og talar til religiøsar menn og sigur at einasti dópurin er í Jesu Kristi navni og so sigur hann:”Latið tykkum frelsa frá hesi rangvørgu(perversu, skakkkoyrdu, avsporaðu) ætt”! Um tit eru pinsavinir, hví praktisera tit ikki Pætursa dóp og lata tykkum frelsa frá hesi rangvørgu, perversu, skakkkoyrdu, avsporaðu ætt, ið føra fólk inní tað katólska systemið, sum altíð hevur ligið samkomu Guds eftir lívinum. Nær er katólska kirkjan og hennara alliansu døtur blivið nakað annað, enn tað Bíblin nevnir hana at vera? Lesa tit ikki Guds orð, har hon beskrivar í detaljir um hetta system, sum passar til katólsku kirkjuna, at hon er ”Bábylon hin stóra, móðir skøkja og viðurstygda jarðarinnar”. Á várið í 2013 var enn ein sterk brúgv bygd millum samkomur her heima og katólsku kirkjuna. Høvuðstalari var presturin fyri katólsku kirkjuna.
Hvat í víðastu verð hevur hann at bjóðað? Táið Opinb. Talar um Skøkjuna og hennara døtur, so sær man týðiligani, at hetta er eitt ónormalt forhold millum allar døturnar og mammuna. Tær eru allar lesbiskar. Har er eingin brúðgómur tilstaðar, sum táið brúðurin verður lýst. Hvar er Jesus, brúðgómurin, orðið, skal hann einki hava at sagt? Men hetta peikar sama veg sum í Uppsala og kemur at hava somu fylgir. Tit hava als onga makt við gudi at steðga hesari andaligu tsunami, ið kemur á tykkum. Tit sokallaðu andaligu leiðarar runt í landinum burdu skammað tykkum yvirfyri tykkara fylgi, at tit góvu eftir, meðan enn var tíð at venda um. Gud sendi mangar evangelistar í talaðu Roma beint ímóti, men tit steinaðu teir og roknaðu teir fyri einki.
Hvat er so nú at gera, táið tit síggja, at hetta ber skeivan veg, og at fólk hava gloypt hesum monnum við teirra falska evangeliið gjøgnum mong ár? Tað er ein bjarging enn og Bíblian gevur svar til hetta. Í Opinb. Stendur:”Farið út frá henni, fólk mítt, so tit hava ikki lut í syndum hennara og verða rakt av plágum hennara!” Einasta bjarging fyri tína sál, ið sær allan galskapin í hesari villunartíð er, at tú brýtur við hetta samstarv og system. Um ikki, so ert tú á tí plássinum, har Gud skal døma hetta system.
Sum eg byrjaði við, so kemur hetta ikki óvart á okkum í Nardus. Vit hava ávarað í eini 40 ár og navngivið hesar menn og teirra læru og sagt, at dagurin kemur, táið tann sanni identiteturin kemur í ljós. Jesus sigur í Matt.24.11: ”Og mangir lygiprofetar skulu stíga fram og villleiða mong.” Nevnir forstandarin ella tín elstibróður nakrantíð nakran falskan lygiprofet ella falskan Messias? Um ikki, so eru tveir relevantir spurningar ein burdi sett sær. Antin, so liva vit ikki í endatíðini ella so gangi eg í skeivari samkomu, síðani eg ongantíð verði ávarað/ur ímóti nøkrum følskum. Men skriftin ber boð um, at vit liva í endatíðini og tí er svarið eittans: Eg burdi allarhelst ikki blivið við at gjørt sum Lot og drálað, men skunda mær og reist meg úr sætinum eg siti í og funnið saman aftur við Ábraham.
Sum AFTONBLADET segði, so skuldi krisifundur verða. Hetta er bert byrjanin til eina nógv størri krisu, táið øll, sum hava fingið hetta sáðið fara at spíra fram og geva seg til kjennar, at tey við hoyra til ta katólsku læruna. Men allarhelst fara ynkverdig og fátæk úttalilsir at koma, at hetta er stórt, og at hetta er tað, sum Jesus sigur í Jóh.17.21: ”at tey øll skulu verða eitt,…” Men áðrenn tú loypir á, so les 17.kapittul gjølla og hygg eftir, hvat tað er fyri einleiki Jesus tosar um. Tí í versinum frammanundan tosar Jesus um og til ápostarnar og biðjur fyri teimum og hinum, sum skulu koma til trúgv við prædiku ápostlanna, at tey mugu verða eitt. Also so stendur tað til, at eingin einleiki finnist við Jesus og Faðirin uttan gjøgnum ápstlanna læru. Og hon var krystallklár og eingin samanblandingur við fremmandari og falskari læru!
Hallur Sørensen