Hann svaraði: “skrivað er: “Menniskja livir ikki bert av breyði, men av hvørjum orði, ið út gongur av munni Guds.”” Matt.4.4.
Tríggjar ferðir kemur Satan til Jesus og freistar (egentliga testar) Jesus. Jesus kundi ikki, eins og nakrir trúarbólkar læra, lata seg freista. Jesus var 100% Gud, og einki í Gudi kann lata seg freista. Skriftin sigur: “Eingin sigi, táið hann verður freistaður: “Eg verði freistaður av Gudi”! Gud verður ikki freistaður av hinum illa, og Hann freistar heldur ongan. Ják.1.13. Tað er ikki so, sum summi læra, at Jesus mátti taka kampin upp hvønn dag, fyri ikki at koma í freisting. Skriftin sigur víðari: Tí Gudi líkaði, at øll fyllingin skuldi búgva í Honum…..Tí í Honum býr øll fylling Guddómsins likamliga. Kol.1.19 og 2.9. Gud við allari sínari fylling búði í Kristi Jesusi. Hann sum er Alfa og Omega, hin ævigi Gud, og tann gamli og almektigi av døgum, búði í Jesusi. Tí var heldur ikki pláss fyri nøkrum, sum kundi lata seg freista. Róm 9.5. sigur: “…er Kristus komin eftir holdinum, Hann, sum er Gud YVIR øllum, signaður í allar ævir. Amen. Tað er einki. Ið er yvir Gud, og sum kann taka Hann av fótum, ei heldur Satan. Men hetta er hin seinni Ádam, ið prógvar seg sum Gud YVIR øllum, ímun til fyrra Ádam, ið ikki stóð royndina, men fall. Og skriftin sigur um hetta: “Sum tí syndin kom inn í heimin við einum menniskja, og deyðin við syndini, og deyðin soleiðis trongdi ígjøgnum til øll menniskju, tí øll syndaðu”…”Við tað at deyðin kom við einum menniskja, er eisini uppreisn hinna deyðu komin við einum menniskja. Tí eins og øll doyggja í Ádami, so skulu eisini øll verða gjørd livandi í Kristusi.” Róm.5.12 og 1.Kor.15.21-22. Her sæst týðiliga, at syndin hevði makt á fyrra Ádam, men als ikki nakra makt á seinna Ádam, sum er Jesus.
Tríggjar ferðir kemur Satan til Jesus. Og Luk.4.13. sigur: “Táið Djevulin hevði endað alla freisting, veik hann frá Honum eina tíð.” Hann veik ikki frá Jesusi fyri gott, men eina tíð. Men hvørja ferð vísti Jesus, hvør sum var Kongur konga og Harri harra!
Tað, sum var Jesusar vápn, var ORÐIÐ! Hann nýtti tað sterkasta vápni, fyri at avvápna Satan. Tað absolutta sterkasta vápnið, ið tú kann brúka, er: SKRIVAÐ STENDUR! Religiøs menniskju halda, at við at nýta tungutalu og profetiir, so vinnur tú. Millum karismatikarar eru trendirnir visiónir og “mær hevur Gud víst”. Og nógv av tí, ið gud hevur víst, finnur tú als ikki aftur í skriftini. Dreymar eru sera aktuellir eisini, og ikki minst handaálegging, so at ein dettur á gólvi og spraklar eins og høgguslokkur í allar rætningar. Eg skal heilsa tær, at einki av hesum ræðist Satan. Hann stendur og flennur at slíkum og hugsar: Hesi ting vippa ikki meg av pinninum!” Tað einasta Satan ræðist er orðið. Tí hevur hann klára til UG at fjerna alt orð og innlit í Guds orðið. Tað, ið aftur sæst á møtunum í Føroyum er sangur, musikkur, lovsangur, syngja og jolla í tungum. Møtini eru ikki orð-møtir, men sang-møtir og undirhald.
Jesus hevði ongan, ið kom við kunnskaps orðum, vísdóms talu. Ongar kvinnur, ið sungu lovsang fyri at fáa andan fram. Hann nýtti bert orðið. Tað er nok. Fyri at nýta orðið, tørvar tær ikki annað, enn at lesa og biðja um opinberilsi. Tú tørvar ikki flottastu bass rødd, so tú gerst ein av songrøddunum hjá Elvis Presley fyri at nýta orðið. Tú tørvar ikki at verða kastreraður, so tú verður upptikin í kastrat kórið hjá katolikkunum, so at tú klárar teir høgu tónarnar, fyri at nýta orðið. Tú tørvar ikki at hava verið á nøkrum bíbilskúla, fyri at hava tikið prógv í at leiða lovsang, fyri at nýta orðið.
Vápnið, ið Jesus nýtti, var elli gamalt. Uml 1700 ára gamalt. Móses skrivaði hetta orð í 5.Mós.8.3. Men orðið gongur ikki út. Líka frískt og feskt og tað avvápnaði Satan. Kann Jesus nýta gomlu skriftina, so kanst tú eisini. Ikki kom við nýmodernaðum visiónum og dreymum. Ikki kom við katekismus. Ikki siterað kirkjufedrarnar. Tak ikki Benny Hinn, Kenneth Hagin og Copeland, Todd Bentley, David Yongi Chu og aðrar uppá Tunguna. Lat teg ikki ríva við av sitatum frá Åge Ålekjær, Ulf Ekman, Jørn Strand og allarminst Vísion Norge. Lær teg Guds orð, og tú verður Guds vinur og samstundis ein irretation fyri Satan.
Eins og Satan kom til Jesus, so kemur hann til menniskju. Og nú tað stundar móti seinastu tímunum, og seinastu sandkornini eru í ferð við at renna niður, áðrenn Jesus heintar sítt fólk heim, so vil Satan á ein aggresivan hátt testa og freista menniskju. Hvat vápn ætlar tú at møta honum við? Hvat góðs hevur tú í skjáttuni? Hvat fyri steinar hevur tú í taskuni? Hvørji møtir gongur tú á og hvat fyri forkynnilsi lurtar tú eftir? Hvørja læru ert tú undir? Freistingar og testingar dagurin kemur at avsløra tað. Antin kemur tú at standa sum vinnarin ella taparin. Eg tori at siga, at pinsarørslan í Føroyum hevur fyri langari tíð síðani tapt. Tey taptu og mistu kraftina, entusiasmuna, gomlu ondsfyltu sangirnar, boðskapin, ljós yvir endatíðina, dópin í Jesu navn, táið tey taptu slagið við Satan um samanblandingina av karismatiskum og ekumeniskum felagsskapi.
Kanst tú siga, at eg tilhoyri eina TAÐ STENDUR SKRIVAÐ samkomu? Tað er bert hon, ið fer at vinna yvir Satan! Kanst tú siga, at mín opinbering av Jesusi er grundað á TAÐ STENDUR SKRIVAÐ? Kanst tú siga, at mín dópur er grundaður á TAÐ STENDUR SKRIVAÐ? Kanst tú siga, at tann felagsskapur tú hevur, er við TAÐ STENDUR SKRIVAÐ menniskju? Um ikki tú kanst finna hetta aftur, so ert tú ikki ein TAÐ STENDUR SKRIVAÐ maður og kona! Mong eru tilhoyrandi eitt samkomu og trúarlív, við hálvsitatum av TAÐ STENDUR SKRIVAÐ. Men tað er als ikki nok. Tú vinnur ikki Satan við hálv siteraðum sannleikum. Tí Satan dugir eisini at sitera. Hann hevur 6000 ára erfaring í at koma við snildum og forvrengningum av orðinum. Og mong gjørdist eitt offur fyri slíkum.
Tú maður og kona Guds. Enn er tíð at rista støvið av einum hálvbaseraðum gudslívi og leita inn til Jesus kristus og til teirra, sum Hann er høvdið fyri – samkoman!
Hallur Sørensen