So kom tíðin hjá Elisabet, táið hon skuldi eiga. Og hon átti son.

Táið grannar og skyldfólk hennara frættu, at Harrin hevði gjørt miskunn Sína stóra móti henni, gleddust tey saman við henni.

Áttanda dagin komu tey so at kalla hann Zakarias eftir faðir hansara.

Men móðir hansara tók til orða og segði:”Nei, hann skal eita Jóhannes!” Tá søgdu tey við hana: Luk.1.57-61

 

Guds profetiska fólk hevur altíð verið eitt frítt fólk. Hava ongantíð passa inn í rammuna ella boksina hjá teimum religiøsu. Tey hoyra simpulthen ikki heima har. Tað er ov trongt og ov lítið til tað eksplosivu kraft og andaligu visión, sum Guds fólk hava fingið í lut. Vit plaga at tríva í hetta kórið: Jeg synger højt av glede. Som fuglen fri min vej. For Hans øjne følger spurvens, og jeg vet Han vokter meg! Og kongur Dávid sigur mangan í Sálmunum, um at Harrin má varðveita hann, so hann ikki kemur í fuglamansins snerru. Hann vitsti tað, at fíggindarnir og tey religiøsu vildu hava hann í snerruna og taka fríðu fugla náttúrðuna frá honum. Guds profetiska fólk verður eisini samanlíknað við arnarungar, har Harrin sjálvur er kongaørnin.

Her skilles våre veier er eitt útsagn frá Åge Samuelsen. Hann kendi til kampprísin, hvat tað kostaði at fylgja orðinum. Og søgan endurtekur seg eisini ídag. Í okkara tíð, endatíðini, kemur tað meiri og meiri til sjóndar, hvør sum er á Harrans síðu, og hvør sum er eitt produkt av menniskjum. Tey, sum hereftir fara at taka kampin upp við fortíðina, familjuna, traditiónina og teimum, sum hava bundið ondslívið hjá einum í alt ov langa tíð, eru eitt fólk, ið hoyra Harranum til. Tey eru villig til at gjalda kostnaðin fyri at fylgja sannleikanum. Meðan hini, ið ikki taka kampin upp, men halda áfram í tí religiøsu suppuni við falskari tungutalu, falskari útlegging og einum totalum skakkoyrdari útlegging av endatíðini hoyra ikki Harranum til. Tað er ein andalig sperra og ein sikkurheits ventilur í orðinum, at man kann ikki hoyra Harranum til og síðan fylgja lygnini. Man kann diskutera og trodsa, at man hoyrir Harranum til, men man dárar seg sjálvan. Levitarnir og farisearnir tvíhildu, at teir vóru Guds fólk. Jesus prógvaði útfrá orðinum, at tað vóru teir ikki. Táið Jesus innfyri Pilatus stendur har og skal svara Pilatus ymiskt, so kemur tað týðiligt fram í Jóh.evang.kap 18, at Jesus er kongur fyri sannleikans fólk! Ert tú ikki av sannleikanum og føddur av sannleikans anda, so hoyrir tú ikki til kongin Jesus!

So kemur tíðin hjá Elisabet og hini gleddust. Men gleðin var stokkut, tí Elisabet reisir seg upp og verjir orðið/boðskapin, sum hon hevði móttikið. Hon valdi sannleikans veg og var villig til at gerðast ein lutur fyri irretatión og baktalilsi hjá grannum og skyldfólki. Hugsa tær til, at her er talan um eina gamla konu, ið stendur upp fyri at betala prísin fyri at vanvirða familjutræið, forfedrarnar, prestaættina og núlivandi familjulimir og nábúgvar, sum osa av religiøsiteti. Tað skal mót til og ein kolosal dristigheit. Eg hevði næstan skilt tað, um tað var ein ung, sterk og sprelsk mamma. Men so er ikki. Eg skal siga tær, at aldur er eingin hindringur í Guds ríki. Men lýdni og respekt fyri Harrans rødd er meiri vert enn sláturoffur og veðrafiti. Eg kenni mong, ið nýta aldurin sum umbering fyri ikki at traðka út á lyftir Guds. Men her vísir Elisabet í verki, at avgerðin er frammanundan tikin. Hann skal eita Jóhannes, og Her skilles våre veier. Frammanundan hesum degi, hevur Elisabet nýtt dagar og nætur í bøn og innvígilsi frammanfyri Harranum og Harrin lønti henni við kraft og mót og miklari styrki til at fara nýggjan og livandi veg saman við Harranum. Hon var eins og Josva, taíð hann 110 ára gamal sigur: Men eg og Hús mítt, vit skulu tæna HARRANUM!

Jóhannes skuldi nemmliga bera eitt navn, ið indikeraði eina nýggja byrjan og epoku. Hann skuldi ikki fylgja í fótasporum hjá pápanum og bera hansara arv víðari, og ikki skuldi hann heldur hava eitt navn, ið bant hann til stammtalvuna hjá Elisabet. Nýtt navn og nýggjan identitet. Hvat navn og hvønn identitet bert tú? Tað tørvar tær ikki svara. Verkið tú gert, læran tú heldur fram og dópurin tú praktiserar eins og Jóhannes gjørdi, avslørar, hvør tú ert! Tú kanst ikki eita ”Jóhannes” um tú hevur læruna hjá Tertullian um følsku tríeindarlæruna og tríeindardópin! Ei heldur kanst tú eita ”Jóhannes” um tú ert ein andaligur vingliskøltur, sum ikki torir at revsa hyklarí og siga, at religiøsitetur er sum grønir slímutir ormar. Tú kanst ikki eita ”jóhannes” um tú ikki praktiserar Bíbilska umvending frá synd og fortapilsi og vendir við til einasta Gud og frelsara Jesus Kristus og letur teg doypa í einasta navninum, sum givið er til frelsu: í Jesu Kristi navn. Jesu navn er ein nýggjur identitetur! Her skilles våre veier!

Jóhannes skuldi ikki fylgja traditiónsvegnum, ikki bera traditións navn.

Men beinanveg, so átalaðu tey vitjandi Elisabet og søgdu: ”Eingin er jú í ætt tíni, sum eitur so!” Nemmliga, kallið og tænastan hjá Jóhannes skuldi vera av slíkum karakteri, at eingin skuldi kunna siga, at hetta hevði hann fingið lutað gjøgnum pápa sín ella mammu sína. Títt kall og tín tænasta, hvaðani er tað komið? Hevur tú arvað tað frá tínum nærmastu? Títt val og tín ferð í endatíðini fer at avsløra, um tú ert ein Jóhannes ella ikki. Elisabets avgerð var grundað á Guds orð, og tað fer altíð at møta mótstøðu frá teimum, sum einki hava við Gud at gera og sum ongantíð hava hoyrt hansara rødd. Paulus talar í Gal.4.29 og sigur: Men eins og ta ferðina hann, ið føddur var eftir holdinum, lá eftir honum, ið føddur var eftir Andanum, SO NÙ VIÐ. Tað er ein spottan, ið uppstendur, táið Ísak – lyftissonurin – fær fasta føði, ímun til hini, ið sutta uppá pattufløskuna. 1Mós.21.8-9.

Fyri nøkrum árum síðani, so varð vekingar predikanturin Frank Mangs interviewaður av svensku pressuni. Og journalisturin, ið eisini var theologur spurdi gamla Frank, um hann ikki helt, at hetta sum var frammi í tíðini var ein byrjan til og afturvendan til gomlu traditións røturnar og kirkjuforfedrarnar. Gamli Frank hugdi uppá hann, sum skuldi hann verði blástur fyri allari vekingarsøgu. So segði gamli høvdingin: Hvarfor stellar du meg en så unyttiga en frågan? Du som er theolog vet, at Gud aldri en endda gong har fornyat de gamle kyrksamfund, men har alltid gått på utsidan av det nya som han gjør!

Mong eru ikki klár yvir, at eld og skýstólpin er fluttur, og at Gud fer aldrin at resturera tað gamla. Pinsarnir, ið vóru teir síðstu koma aldrin aftur at uppliva tað kraftsentur, sum teir vóru í 50 árunum og nøkur ár fram. Teir forkastaðu Guds orð og eld. Eld og skýstólpin er fluttur, men enn sita pinsa og karismatikarar og dvala við tað gamla og vóna at vekingin skal koma aftur. Hon kemur ALDRIN aftur. Gud hevur flutt seg og arbeiðir saman við Guds profetiska fólk í endatíðini. Hetta fólk fylgir lambinum, hvar tað so enn fer! Her skilles våre veier!

Hvar er so Zakarias í hesum? Jú, hann var tilstaðar, men atlíkavæl ikki. Tað eru menniskju, ið eru tilstaðar, men sum eru munnlamin og handlingslammaði. Men okið verður av teimum knekkað, í tí løtu, táið tú reisist í Guds kraft og vísir hvørjum skapningi tú ert av og at tú hoyrir til tað himmalsku ættina. Kanska tað eru menniskju, ið tú varar av, men sum ikki tora, tí tey hava sæð tína ynkiligheit og vána avgerðir ferð eftir ferð. Men vís nú innfyri Jesu afturkomu, at tú ert ein Elisabet og í hølinum á tær er ein Zakarias við profetiskum spreingistoffi, sum tíðin er inn fyri at koma fram, og sum skal verða við at ríka samkomu hins livandi Guds.

 

Hallur Sørensen