Vita tit ikki, at teir, sum á skeiðvøllinum renna, renna víst allir, men bert ein fær sigurslønina! Rennið soleiðis, fyri at tit kunnu vinna hana!
Teir, sum eru við í kappleikum, eru allir fráhaldandi í øllum; teir gera tað fyri at fáa forgeingiligan krans, men vit fyri at fáa óforgeingiligan.
Eg renni tí ikki eins og uppá óvist; eg berjist ikki sum ein, ið høggur í luftina;
nei, eg kúgi likam mítt og haldi tað í trældómi, fyri at eg, sum prædikað havi fyri øðrum, skal ikki sjálvur verða vrakaður. 1.Kor.9.24-27.
Hesi úttalilsir frá Paulus vísa ongan iva, hvat ið hann meinar – bert ein fær sigurslønina! Eingin diskussión, eingin debatt, eingin nevnd ella komité, ið kann koma við hugsandi alternativum. Ein fær sigurslønina.
Tú kanst á hesum skeiðvølli ikki rokna við hjálp frá mótstandara tínum, onga medldinheit, einki herðaklapp, einki uppmuntrandi orð. Tú ert einsæris og má geva alt fyri at vinna.
Tað nyttar ikki at rópa “mamma” ella “eg fái ilt” ella “tað gongur nok”. Eingin turkar tín sveitta ella kemur við vatndunki. Eingin fysioterapautur, ið masserar tínar vøddar. Eingin taktikari ella teknikari, ið gevur tær instruksir. Soleiðis var tað, táið Paulus rann.
Hevði so Paulus ongar hjálparar? Jú, fleiri stóðu við hansara lið. Barnabas var ein. Barnabas vísti Paulus stóra náði og hjálpti honum áveg. Silas var eisini ein, ið stóð Paulus nær. Lukas var eisini ein styrkur fyri Paulus. Timoteus og Titus vóru Paulusar nærmastu vinmenn og “ektabørn í trúnni”.
Var hetta so ikki nok? Er tað ikki nok at renna við uppmuntran, hjálp, troyst, andaligum fysioterapautum og massørum og fólki, sum sigur: “vit biðja fyri tær og hugsa um tína tænastu”? Lat meg siga tað so sterkt eg kann: NEI! Tú vinnur aldrin sigurslønina! Alt hetta áðurnevnda er gott afturat, men er og verður aldrin nok. Tú kemur sleingjandi langt aftur í køðini og kemur ongantíð at standa á tribununi við sigurskransi um hálsin. Gloym tað! Tað er alt ov lítil drívkraft. Alt ov lítið bensin á bálið. Alt ov fáar hestakreftir. Alt ov lítil motorur.
Fyri at vinna, so er tað mótsatt av teimum, ið renna fyri ein forgeingiligan krans. Tey renna ikki, tí at hini forvænta tað ella ynskja tað. Tey satsa ikki alt, tí hini koma við góðum orðum. Tað vildi verið ekstremur torturur fyri viðkomandi. Men tey hava eitt innara drive. Ein ókúgiligan viðføddan vilja at vinna og halda út.
Soleiðis var við Paulus. Tað var eitt guddómmligt kall og ein guddómmlig tænasta, sum ikki var menniskja skapt. Ótengd av menniskjum og einglum og alra mest av sær sjálvum. Eitt innara drive og eldur, ið ikki var tendrað av menniskjum. Paulus sigur við Timoteus: “ Tí eg minni teg á, at tú kveikir aftur ta náðigávu Guds…” Aðrar yvirsetingar siga: “kveikir aftur INNER FIRE. Paulus kundi siga hetta, tí hann kendi til realitetin í hesum. Bensinið, hestakrefturnar og motorurin var alt skapt av Gudi. Paulus sigur slíkt um seg sjálvan, í kontra til hesi, sum renna, tí tey mugu allatíð dillast, dallast og uppmuntrast til at renna.
Eisini sigur Paulus: “ Men táið Gudi líkaði – sum úr móðurlívi hevði tikið meg út, og sum kallaði meg við náði Síni – at opinbera Son Sín í mær, fyri at eg skuldi kunngera evangeliið um hann millum heidningarnar, SPURDI EG VIÐ TAÐ SAMA IKKI HOLD OG BLÓÐ TIL RÁÐS…”Hevði tað verið skeivt at spurt? Haldi ikki, men hetta vísir ein andaligan karakter, at kallið at renna, er ikki tengt at, um Pætur ella Jákup biðja teg. Tað má vera Harrin, ið biðjur teg renna! Gal.1.15-19.
Paulus sigur í Fil.1.6.: “ Og eg eri fullvísur í, at Hann, sum byrjaði gott verk í tykkum, skal eisini fullføra tað til dag Jesu Krists.” Spurningurin er: hvør byrjaði verkið í tær? Hvør bað teg renna? Byrjaði tú sjálvur? So mást tú halda á sjálvur. Úrslitið verður, at tú vinnur ikki sigurslønina. Bóðu foreldur tíni teg renna og tú rannst í nøkur ár vegna teirra uppmuntran og góðu orð? Tú klárar ikki teinin. Var tað lógin? So kemur tú als ikki á mál. Eingin klárar so langan tein, við at sleipa tvær tjúkkar steintalvur aftaná sær, har tær rópa “tú skalt”. Men Paulus sigur, at eg eri fullvísur í, steinsikkur, eingin ivi, at virkaði Gud hetta, so kemur hann at føra teg fram til tribununa! Eg havi í mínari tænastu sæð mangar, ið runnu. Tú kundi veruliga blíva gripin av teirra innlivan í renningina. Sveittin, orkan, eldhugin, kondiin og innsatsurin. Men táið nøkur ár vóru farin, so var dampurin burtur. Og eg siti við hesum spurningi? Hvør skjeyt startskotið av? Var tað blóðs ættin ella mans viljin ella holds viljin? Ídag renna teir ikki, men sita við skøkjunarborð og eta hennara mat, sum drenar teir fultstendiga.
Paulus sigur við Timoteus:” Eg havi strítt hitt góða stríð, havið RUNNIÐ skeiðið at enda, eri vorðin standandi í trúnni.” Rann og stóð í trúnni. Tað var tí, at Harrin stóð sum garantur aftanfyri hetta. Eisini sigur Paulus:” Tí tað skal eg lata tykkum vita brøður, at….eg havi …ikki fingið tað ella lært tað av nøkrum menniskja, men við opinbering Jesu Krists.” Gal.1.11-12.
Jesus sigur við Nikodemus:” Tað, ið føtt er av holdinum, er hold, og tað, ið føtt er av Andanum er Andi.” Hesi bæði eru líka langt frá hvørjum øðrum, sum eystur er frá vestur. Hesi kunnu ikki sameinast. Og mong, tíanverri runnu, tí drívmegin var holdi. Holdi kann eisini koma langt. So langt at ein gerast fariseari, lóglærari, lærari í Ísrael og enntá sanhedrin. Men atlíkavæl kemur tú aldrin á mál. Men harafturímóti Andin hugsar ikki um tittlar, men hevur eitt kolosalt drive og eld og kraft í andanum, at tú kanst ikki lata vera við at renna. Tú rennur skjótt fyri at vinna, um menniskju rópa á teg ella buha á teg. Hygg at trúarhetjunum, sum runnu: Andin kom yvir Samson. Andin kom yvir Gideon, Andin kom yvir Jefta, Deboru, Barak, Jeramias, Esaias, Dániel og ápostlarnar. Tey vildu vinna og hoyr, hvat Paulus sigur um hesi:” Nu liggur rættvísiskransurin mær til reiðar; Harrin, hin rættvísi dómari, skal geva mær hann hin dag – og ikki bert mær, men eisini øllum, sum hava elskað opinbering Hansara.” Hevur tú Andan, so kemur tú á mál og kemur at møta hesum, táið tú krydsar Jordan.
Hallur Sørensen