Millum mong sannleikasøkjandi og Bíbliu-trúgv kristin, hevur fótavask verið praktiserað. Og mong kunnu vitna um, at tey gjøgnum hesa handling eru vorðin vælsignaði av Gudi.

Sum samkoma, sum ynskir at praktisera alt tað, ið Guds orð lærir, óansæð, hvat ið onnur meina og gera, mugu vit stilla okkum henda álvarsama spurning: Lærir Bíblian, at fótatváttur er nakað, ið vit mugu gera á sama hátt, sum vit praktisera heilagar handlingar,s.s. kvøldmáltíðina og dópin í Jesu Kristi navni? Onnur enntá meina, at fótatváttur hevur eina sakramentala og loyndarfulla meining.

Vit finna ikki í Guds orði, at fótatváttur varð praktiseraður í teim fyrstu kristnu samkomunum. Tað er absolutt álvarsamt at áleggja samkomunum ein skikk, sum ikki hevur dekning í skriftini, hvørki í Ápostlasøguni ella í nøkrum av brøvunum.

Tað forkynnilsi Jesus gav okkum í teimum 4 evangeliunum má skiljast og praktiserast í ljós av Ápostlasøguni og øllum brøvunum í N.T. Jesus bað jú úttrykkiliga sínar lærusveinar um at læra víðari alt tað, ið Hann hevði lært teir. Soleiðis er við Jóh.13.14-15 eins og við Matt.28.19-20. Her í misjónsbefalingini lærdi Jesus teir at doypa í “ navn Faðirsins, Sonarins og Heilaga Andans, og lærið teir at halda alt, ið Eg havi boðið tykkum!”

Men eingin av ápostlunum doyptu nakrantíð í teimum trimum titlunum: Faðirsins, Sonarins og Heilaga Andans navn, men teir skiltu allir, at hetta merkti, at dópurin var í Jesu Kristi navni, tí “øll fyllingin skuldi búgva í Honum,” og “ Hann, sum er Gud yvir øllum”.

Og heldur eingin lærdi víðari hetta við fótatvátti, sum ein heiløg skipan. Einki er heldur nevnt um hetta sum ein seromoniell handling. Men tað at tæna hvørjum øðrum í kærleika og eyðmjúkleika bleiv klárt prædikað og praktiserað í teimum fyrstu samkomunum. Men kanska var nettupp hetta við “heiløgum” tileggshandlingum ein av vandunum og óneyðugu byrðunum sum skjótt komu gjøgnum umskering, at hátíðarhalda sabbat, fasthaldan av religiøsum døgum, mat og drikkjuálegging. Mangar samkomur slítast enn við hesi religiøsu ting og eru bundin og begrensaði í fríheitini í Kristusi.

Í Bíbliunnar framstillan av fótavaski, er endamálið at gera føturnar reinar: 1.Mós.18.4. “Lat okkum fara eftir einum sindri av vatni, so tit fáa vaskað tykkum um føturnar, og hvílið tykkum undir trænum!”

Ábraham gevur her vatn til Jehova og tveimum einglum, so at teir kunnu vaska føturnar. Í kap.19.2 fáa hesir báðir einglar somu viðferð av Lot í Sodoma. Í kap.24.32 setur Laban vatn fram, soleiðis at Ábrahams tænarar kunnu vaska sínar føtur.

 

Í Luk.7.44 finna vit frásagnina um farisearan Símun, sum ikki kom við vatni, soleiðis at Jesus kundi vaska sínar føtur. Men ístaðin kom ein syndafull kvinna og “ vætti føtur Mínar við tárum sínum og turkaði teir við hári sínum.”

Fótavask var m.a. aðrar likamligar reinsanir eisini ein partur av tí, ið Jehova hevði álagt teimum, ið skuldu tæna við tabernakli. Hetta sæst við at lesa 2.Mós.30.19, 21. Og 40.31.

Fótavask var eitt tekin uppá, hvussu djúpt ein kundi fara í eyðmjúkleika! Í 1.Sám.25.41 stendur: Tá reistist hon, boygdi seg við andlitinum til jarðar og segði: “Her er tænastukvinna tín, til reiðar at verða trælkvinna tín og vaska tænarum harra míns um føturnar!” Hetta er Abigajil, sum fer niður á eitt træla støði.

Í teimum fyrstu trimum evngeliiunum, eru frásagnirnar við innsetananina av kvøldmáltíðini lýstar uppá tríggjar ymiskar mátar.

Í Luk.22.14-27 verður øll tilburðargongdin lýst, uttan eitt orð um fótavask. Versini 26-27 ljóða so: “ Men ikki so hjá tykkum; nei, hin størsti av tykkum – hann veri sum hin yngsti, og hin hægsti sum tann, ið tænir! Tí hvør er størri, tann, ið situr til borðs, ella tann, ið tænir! Er tað ikki tann, ið situr til borðs! Men Eg eri millum tykkara sum tann, ið tænir.”

Tað verður her nevnt av Lukas generelt um tað at tæna hvørjum øðrum, men einki um fótavask. Og hav í huga, at evang. Eftir Lukas byrjar soleiðis: “Við tað at mangir hava tikið sær fyri at seta saman frásøgn um tað, sum hent hevur millum okkara – soleiðis sum teir, ið av fyrstu tíð vóru eygnavitni, og sum gjørdust tænarar orðsins hava sagt fyri okkum – so havi eisini eg, eftir at eg gjølla havi rannsakað alt av fyrstu tíð, sett mær fyri at skriva alt…fyri at tú kanst sanna, hvussu álítandi tað er, sum tú hevur hoyrt frásagt.” Luk.1.1-4. Lukasar gjølla rannsakan av skriftini tók ikki fótatváttin við.

Matteus hevur sína lýsing av hendingini í kap.26.17-19, men sigur ikki eitt orð um fótavask og ei heldur um tað at tæna hvørjum øðrum.

Markus skrivar í síni frásøgn í kap.14.17-25 einki um fótatvátt. Bara um sjálva kvøldmáltíðina.

Í Jóh.evang.13.1-17. Finna vit aftur frásagnina um Jesus, ið innsetur kvøldmáltíðina og at Hann vaskaði føturnar á lærusveinunum. Eg eri ikki eitt sekund í iva um tað djúpu andaligu myndatalu í hesi reinsan – sum bara Jesus aleina kann útføra – av tí óhumsku, ið hongur við okkara føtur í okkara ferð í hesum heimi.

At lærusveinar Jesusar hildu áfram við at tæna hvørjum øðrum, og á henda hátt eftirfylgja Hansara orðum er allarhelst eingin ivi. Og ein kann eisini hava í huga, at tað var heilt alment í tí tíðini við at vaska føtur hjá hvørjum øðrum, at tað ikki eingongd verður nevnt í Ápostlasøguni ella í nøkrum brævi.

Ein slík tænasta var í tí tíðini sera neyðug og representeraði nakað, ið øll skiltu. Men kvøldmáltíðin representeraði nakað nýtt, soleiðis at tað verður nevnt fleiri ferðir. Jesus segði tá eisini í Jóh.13.16-17: “Sanniliga, sanniliga, sigi Eg tykkum: Tænarin er ikki størri enn harri hansara; ei heldur er ein, sum sendur er, størri enn hann, ið sendi hann. Táið tit vita hetta – sælir eru tit, um tit gera tað.”

Nógvar ferðir nevnist breyðbrótingin í Ápostlasøguni og Paulus nevnir hetta í 1.Kor.10.16-17 uttan at nevna nakað um fótavask. Eisini í kap.11.23 og víðari yvirletur hann samkomuni í Korint tað, ið Harrin hevur biðið Paulus um at bera fram. Hann sigur jú: Tí eg havi fingið frá Harranum tað, sum eg eisini havi lært tykkum: Ta náttina ið Harrin Jesus varð svikin, tók Hann breyð…somuleiðis tók Hann eisini kalikin…” Paulus sigur einki um, at hann hevur fingið nøkur boð frá Harranum um fótatvátt í samband við kvøldmáltíðna. Og nettupp her, í hesum sambandi vildi og átti tað at komið týðiligt fram, um hetta við fótavask átti at verið praktiserað. Heldur onga aðrastaðnis verður hetta nevnt.

Tað einasta stað, ið fótavask verður nevnt er í 1.Tim.5.5-10. Og hetta kann ikki sipa til nakra seromoniella fótavasking uttan at hini tingini, ið verða nevnd koma í somu kategori: “ hevur fostrað upp børn, víst gestablíðskap, vaskað heiløgum um føturnar, hjálpt neyðstøddum, lagt seg eftir øllum góðum verki.” Her er fótavasking nevnt saman við øðrum góðum kristnum dygdum. Samanhangurin vísir samstundis, at hesin fótatváttur, ið her er nevndur, er ikki nakað øll praktiseraðu, men framstóð sum ein kvalifiserandi eginleiki hjá teimum, ið kundu veljast til samkomutænarinnur.

Jesu dømi og frásagnin í Jóh.13 vísir okkum: Føtur lærusveinanna trongdu til reinsan. Pætur mátti læra seg at blíva tæntur í kærleika. Hygg eisini Gal.5.13.

Fótatvátturin hevði als ikki nakran andaligan reinsandi týdning. Lærusveinarnir vóru longu reinir – Jóh.13.10.

Jesus vísti teimum ein hvønndagsligan og afturvendandi hátt at tæna hvørjum øðrum á. Tað at tæna hvørjum øðrum er ikki knýtt at eini seromoni ella einum sakramenti, men til ójavnar tíðir og ójavnar mátar, sum tað er lýst í brøvunum.

“ Tit trælir… ikki við eygnatænastu sum tey, ið vilja vera menniskjum til vildar, men sum tænarar Kristusar, so tit av hjarta gera vilja Guds…Og tit harrar! Gerið á sama hátt við teir…” Efes.6.5-9. At tæna hvørjum øðrum er heilt týðiligt demostrera av Jesus og er givið okkum til at eftirfylgja!

Hví er tað bara Jóhannes, ið nevnir hetta við fótavask? Jóhannes hevði eina speciella uppgávu at skriva um Jesu guddóm. Fótatvátturin er eitt úttrykk fyri at vísa, hvussu langt Jesus “legði” seg, ja, hann fór niður á tað lægsta trini fyri at tæna og er hetta ein mynd av Golgata og reinsanini har. Fótavasking var ikki eingongd eitt arbeiði fyri ein jøda, men bert fyri trælir. Hetta vísur absolutt tað sterkasta úttrykk fyri, at Jesus “gjørdi Seg eins og tænara og varð menniskjum líkur”. Fil.2.7. Og samanlíknar ein so Jóh.evang. við Luk.22.26-27. Finna vit uttan iva, at alt samanlagt, ið Jesus gjørdi, var at vísa eyðmjúkleika fyri hvørjum øðrum og at vísa eyðmjúkleika í tí tænastu, teir skjótt skuldu inn í.

Lat okkum leiðast av Andanum og útføra tænastur, ið uppbyggja hvønn annan, og sum eru við til at hjálpa hvørjum øðrum, og sum ikki bert hava ein symbolskan og seromoniellan týdning.

Har sum tað ídag verður praktiserað fótatváttur, hava øll vaska síni bein sera væl við sterkum lúti og tikið uppá seg reinar hosur, áðrenn “fótatvátturin” byrjar. Og harnæst fyri at geva tað ein passaligan religiøsan dám, er tað soleiðis, at kvinnur vaska kvinnur. Og menn vaska monnum. Onga slíka skipan finna vit í skriftini.

Er tað so skeivt at praktisera fótatvátt? Tað kemur alt an uppá, hvat ein leggur í hesa ger. Fótavask skal ikki útførast sum ein seromoni, men sum eitt úttrykk fyri tænandi kærleika. Eg eri komin troyttur og sveittutur frá møtum heim til trúgvandi vinir, sum á henda hátt hava víst bíbilskt tænara sinn, og samstundis gjørt hetta til eina heilaga stund við bøn og tøkk. Og eg havi biðið fyri teimum. Tað vóru undurfullar løtur, og var tað, sum um Jesus vaskaði míni bein.

Tann rituelli og programmeraði fótatvátturin kann skjótt blíva til slíkt, sum vit lesa um, at teir bóðu langar bønir fyri at teir skuldu síggjast av menniskjum. Men táið tað er fyri at tæna og vælsigna er tað bíbilskt og í sama karakteri, sum aðrar bíbilskar tænastur. Eg havi eisini vaska føtur hinna heilagra og vælsigna tær.

Ápostlarnir yvirlótu tænasturnar við borðini til aðrar – Ápostlas.6.2. Teirra tænasta snúði seg um at prædika orðið!

Lat meg enda við at siga, at tað er einki gali í at vaska føtur hinna heilaga, sum ein tænasta í eyðmjúkleika og kærleika. Men lati okkum ikki gera tað til, at hetta er nakað vit skulu gera, tí tað er álagt frá skriftini.

Torkild Terkelsen. Umsett: Hallur Sørensen