Nakað líknandi segði Jenis av Rana í sendingi hóskvøldið 8.jan 2015.
Í sendingi vóru Fríðtór Debes, Svenning av Lofti og ein kona(minnist ikki navnið) gestir.
Í sendingi varð spurt um árið, ið fór. Fríðtór svaraði, (nakað líknandi)at hann vildi ynskt, at hann hevði kunnað svarað meiri avgjørt, at føroyingar vóru komnir nærri Jesus, men so var nokk ikki. Men at hann helt seg síggja, at fráfall var eisini at hóma. Mær dámdi svarið, ið hann kom við, og eg sendi eitt sms til sendingina við hesum orðum: Fyrstu ferð, at eg havi hoyrt um fráfall í Lindini. Allir, uttan undantak í N.T. tosa um endatíðina sum eina fráfalstíð! Takk Fríðtór. Vh Hallur Sørensen.
Men hetta varð skjótt køvt niður og gestirnir saman við vertinum tóku tann religiøsa tráðin uppaftur, at tað var nokk ikki so dapurt atlíkavæl í endatíðini, og at man skuldi ikki síggja so neiligt uppá alt. So tekur Svenning orðið og kemur við døminum úr Kongabókini, um Elias, ið lá undir gývilrunninum. Orðalagið, ið Svenning nýtti um henda eldprofet, er alt annað enn acceptabelt. Undirtónin var “Elias, ligg ikki har, tað er ikki so ringt, sum tú heldur, tað eru 7000, ið ikki hava boygt seg fyri Ba´al”. Eitt skal bert beinanvegin staðfestast, at eingin av teimum 7000 høvdu viljað borið kappan hjá Eliasi, ið var tann mest hataði klædningurin í Ísrael. Eingin av teimum 7000 høvdu havt nervar ella andaligan kapasitet at mótarbeitt fráfallið í Ísrael, sum Elias gjørdi. Tí er sera einfalt at sleingja slíkt út, táið man sjálvur ongantíð hevur” avhøvdað” nakran falskan prest ella elstibróður ella falskan prædikumann, sum tað vrimlar av í okkara munkalandið Føroyar, men etur kirsuber, saman við øllum og doktrinunum, sum teir vara av.
Aftur til Jenis. So eftir at tað var “staðfest” at vit ganga ljósari tíðum í møti, so sigur Jenis at hann sá fram ímóti, at vekingin skuldi floyma inn yvir hetta land.
Lat meg spyrja enn einaferð: hvar eru tær vekingarnar blivnar av, sum eru blivnar profeteraðar í Lindini í navni Harrans? Hvar eru profetiini, sum Rodney Howard Brown profeteraði um? Hvar eru profetiini, sum Kjell Haltorp profeteraði um Føroyar? Eg sigi: So sigur HARRIN: Tað kemur eingin veking, sum kann identifiserast, at hon er frá Gudi, vegna, at hon kennist ikki aftur í bíbliunnar orði, men Antikrist vil enn einaferð lúra kristinheitina í Føroym við tí populeraða boðskapinum frá einum øðrum Jesus! Jenis, tú og tíni viðhaldsfólk skulu standa til ansvar fyri hesi orð, ið tú hevur talað og sagt út til føroya fólk. Hetta er ikki fyrstu ferð, og kemur helst ikki at vera síðstu ferð, at tit lúgva fyri føroyingum.
Tit skulu veruliga prísa Gudi fyri, at tit ikki liva undir Mósesar tíð. Ein og hvør, ið profeteraði í navni HARRANS og tað ikki hendi, sum profeterað varð, vitsti, hvørjir avleiðingarnir vóru!
Gevist meðan tíð er og latið tykkum venda frá tí falska Jesusi, ið hevur ein annan anda og annað evangelium!
Hallur Sørensen