Kemur onkur og prædikar annar Jesus – sum vit ikki prædikaðu – ella fáa tit annan anda – sum tit ikki fingu – ella annað evangelium – sum tit ikki tóku við – so umbera tit tað sera væl. 2.Kor.11.4.
Paulus, heidningaápostul nr.1, útvaldur og kosin til at vera boðberin fyri Jesus. Tola tit aðrar “ápostlar” uttan kall og autorisation frá himmalsins Harra, so mugu tit tola Paulus. Annars eru tit als ikki fødd av nýggjum!
Hesi omanfyri nevndu vers eru sera álvarsom, men tað tykist, sum at samkomur og tess leiðarar og hirðar hava ikki lisið hesi vers. Tí tað eru ikki grensir fyri, hvat verður bjóðað at standa á plattforminum og tala í navni Harrans. Nøkur ár aftur var Rodney Howard Brown her heima. Ein falskur profetur sum leyg fólkið upp í andlitið. Einki av tí hann talaði ella profeteraði hevur hent enn – og kemur ei heldur at henda! Jørn Strand var í Vestmanna fyri nøkrum døgum síðani. Eg veit um teir, ið bjóðaðu honum henda veg. Hvørki teir ella normaðurin standa fyri evangeliið, sum Paulus prædikaði! Hoyrdi eisini, táið lýsingin fór fram á Lindini viðvíkjandi Strand og útsagnirnar eftir at hesi møtir høvdu verið. Hvar eru fruktirnar og nakað viðvarandi, nakað sum ber og heldur á, nøkur samkoma, sum stendur fyri tað fulla evangeliið? Samkomu-hús tømast meir og meir og verða seld. Kann hetta vera rætt?
Vit liva í endatíðini, lat ongan iva verða um tað! Men trúgvi og skilagóði tænarin sleppur ikki inn at servera mat í rættari tíð. Tað er hansara uppgáva, men matur? Hvør vil hava andaligan kost, hetta óáhugaverda, breyð og tílíkt? Men lat ongan lumpa teg. Tað er absolutt tað týdningarmiklasta. Tað var eisini tað, ið lá í tí heilagasta í tabernaklinum. Men fólkið vil hava nakað meiri spennandi, søtari og meiri tiltalandi fyri eyguni. Nakað, sum kitlar tey í oyruni og sum glíður væl niður.
“Annan Jesus”. Bíblian er krystall klár allan vegin ígjøgnum, at er tað nakað ekta, so er kopiið beint í hølinum – annar Jesus. Eg trúgvi veruliga, at táið fráfalnir karismatikarar, tungutalandi pinsar og fríkirkjutonkjarar møtast til “herlig” møtir og siga, at Jesus var har, at so var hann har. Men at tað var ein annar Jesus. Eg trúgvi veruliga, at táið Lindin rópar út gjøgnum sínum mikrofonir og tað er ein heilsan frá Jesus, at skjótt (skjótt hevur verið síðani 1985) kemur vekingin, at so er tað ein heilsan frá Jesus. Men ein annan Jesus. Eg trúgvi veruliga, at táið kunnskaparorðini koma spýtandi út frá somu radiostatión, at tað eru kunnskaparorð, men frá einum øðrum Jesus.
Annar Jesus er sterkt frammi, tí skriftin sigur, at í endatíðini skal villingin vera stór. Tað eru bert tey, sum eru forútvald, sum ikki vera gripin av hesum øðrum Jesus. Tað er sett ein andalig sperra, so at man verður ikki rivin við og til seinast druknaður í hesari villleiðandi tsunami. Hoyr hvat orðið sigur: “Tí lygikristar og lygiprofetar skulu stíga fram og gera stór tekin og undur, so eisini hini útvaldu skuldu verðið villleidd – hevði tað verið møguligt” Matt.24.24. Hann sigur at hesar kreftur eru so enormar, at tær bakka ikki fyri nøkrum, uttan bert fyri útveljingini!
Annar Jesus gevur vælsaktans eitt annað Golgata. Tú fært ikki tann ektaða Jesus á eitt falskt avrættingarstað og ei heldur tann falska Jesus á tað ektaða Golgata. Tað fylgir at, at hevur man ein falska Jesus, so hevur man eitt annað Golgata, annan deyða og aðra uppreisn. Tað golgata, ið verður presenterað ídag er ynkiligt. Tað er uttan brodd og kraft. Golgata er eitt merki um deyða yvir tað gamla menniskja, har syndin varð útsletta og tileinkis gjørd. Jesus var bæði synd og skyld offurið, ið doyði í syndarans stað. Kemur tað ikki fram, at menniskja er bæði eitt synd og skyld menniskja, hvat skal so Golgata til? Menniskju fáa eitt Golgata ídag litið upp í hendur, at tú kanst “prøva” Jesus, og síðani finna útav, um hetta er nakað fyri teg. Fáa Jesus at hanga fyri teg og prøva um tú dámar hetta, um ikki, so for guds skyld fá Hann niður aftur fyri mína skuld. Golgata kraftin er vorðin so ynkverdig á møtunum, at slík ting sum “kom sum tú ert og halt á við, sum tú var” er fult loyviligt. Hvar er slíkt mynstur í Bíbliuni? Paulus sigur: “Vit, sum jú eru deyð frá syndini, hvussu skulu vit enn liva í henna” Róm.6.2. Syndin kemur ongantíð til eitt uppgerð og tí verða plattformarnir yvirtiknir av óendurføddum junior, senior og fult útbúnum theologum, leiðarum og lovsongsfólkið, sum ongantíð hava kent Guds kraft og eld forterað tað gamla menniskja. Man hevur fingið ein annan Jesus, ið bjóðar eitt meir milt evangeliium, ein , ið ikki stingur, meðan prædikað verður, ein, ið ikki revsar, tosar at og ikki ræðir fólk. Ein Jesus, ið relaterar til fólkið ídag og sum ger, at øll kunnu samlast, óansæð, hvat Guds orð sigur um samanblanding og atskilna í endatíðini.
Annar deyði og aðra uppreisn – annan dóp. Hví ropar ein vissur bólkur seg pinsavinir, táið teir samstundis nokta pinsadópin – deyðan og uppreisnina sum hendi í navninum? Tað stóra á hvítusunnudegi, og sum vísti, at tey høvdu vent við og trúu og kendu, at tey høvdu gjørt órætt móti Jesusi, var at tey og lótu seg doypa í Jesu Kristi navni. Tey vildu gera seg til eitt við Hansara deyða og uppreisn, tí uttan eitt ektaða Golgata, fæst ikki syndafyrigeving. Tey vildu blíva kvitt syndina – tann, ið trýr og verður doyptur, skal verða frelstur.
Eftir at tú hevur lisið hesa grein, spyr teg so henda álvarsama spurning: Havi eg ein annan Jesus enn tann Bíblian tosar um og havi eg fingið litið upp í hendur eitt deyða og uppreisnarskjal, ið einki dugir til, táið eg hin dag skal møta tí ektaða Jesus á skýggjum himmalsins!
Hallur Sørensen