“Tí nú skalt tú verða við barn og eiga son, og rakiknívur má ikki koma á høvd hansara; tí drongurin skal vera Nasireari Guds líka frá móðurlívi, og hann skal fáa gongd á at frelsa Ísrael úr hondum Filistara.” Dóm.16.5.
Ikki eru tað mong, ið vita hvat ein Nasireari er, og ei heldur hvør Samson var. “Var tað ikki hin við langa hárinum og sum var so óføra sterkur?” verður vanliga sagt millum vantrúgvandi menniskju – og tað er hóast alt skiljandi. Men eg minnist eina religiøsa gentu, ið var uppfostra hjá einum av pinsa karismatisku samkomunum í Havn. Og hon spurdi meg, hvør Samson var og hansara nasireara lyfti. Tú kanst veruliga ógvast við og undrast, hvat ið verður sagt og lært á møtunum.
Nasireari var ein heilt speciel útgáva. Ein elite hermaður. Ein, ið kendi til prísin fyri at koma til toppin. Prísin fyri innvígilsi og at takka nei til heimsins tilboð, ið kundu fáa hann úr innvígilsinum, so at kraftin og saftin hvarv.
Gud hevði frammanundan í 2.Mós.19.6. sagt, at “tit skulu vera Mær kongaríki av prestum og heilagt fólk.” Hann talaði til ALT fólkið gjøgnum Móses og vígdi tey fyri Harranum. Men vit koma bara til 32.kap. táið alt innvígilsi var gloymt og tey dansaðu sum villir tarvar runt gullkálvin. Eftir hetta, má Móses taka eina durabla uppgerð við fólkið, um hvør vil vera í parti Harrans. Tá stíga Levittarnir fram og teir gerast prestar fyri Harranum. Nú var skilnaðurin millum alt fólkið og Levittarnar. Nú stóðu teir fyri tænastuni. Men sum tíðin og árini ganga, so gerast prestarnir eisini sløvir og taka ikki orðið í álvara. Vit lesa í 3.Mós.10.1. um Nadab og Abihu, at teir fóru við fremmandum eldi inn fyri ásjón Harrans, og Harrin oyddi teir.
Aftaná mong ár kemur fram í ljós fyrsti Nasirearin. Harrin hevði gjøgnum tænara sín móses givið leiðbeining og ráð og orð um nasirearalyfti í 4.Mós.6.kap. Hesi orð til Móses og inntil fyrsti nasirearin kom, gingu uml.370 ár. Hetta vísir bert, at nasireari ikki var hvønndagskostur. Teir vóru heilt speciellir og fáir í tali.
Orðið “Nasireari” merkir útskildur og/ella heilagur. Hesin Samson var útskildur úr mongdini longu frá móðurlívi til at tilhoyra einum øðrum. Hann var forútbestemtur eins og Paulus til tænastu, og hann sigur um seg sjálvan í Gal.1.15: “Men táið Gudi líkaði – sum úr móðurlívi hevði tikið meg út, og sum kallaði meg við náði Síni…” Hesir tænarar Guds eru handplukkaðir og bera eitt merki á sær.
Hann var eisini annarleiðis. Heilagur kemur av orðinum “hagios” gr, ið merkir “annarleiðis”. Í 2.Kor.1-2 stendur: “ …øll hini heiløgu(annarleiðis), sum í øllum Akaia eru. Náði veri við tykkum og friður frá Gudi, Faðir okkara, og Harranum Jesusi Kristi!” Ikki løgið, at tey, sum vóru annarleiðis í kraft av einum umbroytandi evangelii trongdu til náði og frið frá Gudi í hesum ónda heimi.
Samson betaldi prísin í sínum umgdómsárum. Ikki gekk hann á vertsligum støðum og barrum og fekk sær sterkan drykk. Hann mátti ikki so mikið sum røra korkin á vínfløskuni, ikki nema víntrø og koma ov tætt fram at víngørðum. Men Bíblian tosar ikki bert um handgrípiligt vín. Men eisini tað andaliga vínið, ið doyvir og sløvar tínar sansir. 2.Tess.5.6-8 sigur: ” Latið okkum tí ikki sova sum hini, nei, latið okkum vakja og vera edrúar. Tey, sum sova, sova jú um náttina, og tey, sum drekka seg drukkin, eru drukkin um náttina. Men vit, ið hoyra deginum til – latið okkum vera edrú, ílatin brynju trúarinnar og kærleikans, og vón frelsunnar sum hjálm!” Samson var vakin og lat seg ikki doyva.
Hann var allarhelst ein slíkur unglingi, ið ikki var serliga populerur. Hann hugsaði allatíð um kallið og tað framtíðartænastu, ið bíðaði honum, og sum hann skjótt skuldi innfríða. Hann vitsti, at á mær hvílir eitt kall, ið eg má bera, og sum eg eri útvaldur til, áðrenn heimurin varð grundaður. Hann hevði allatíð eitt “fjart” eygnakast í eygunum. Hann livdi her, samstundis sum hann livdi í tí himmalska. Allarhelst var hann ikki serliga vælumtóktur millum konufólkini. Hann hevði jú hár sum á eini chimpansu. Ryggur hansara sást ikki fyri teimum 7 langu hárlokkunum, ið prýddu hansara rygg. Hann gekk ikki á teimum somu frisørsalongunum sum hinir ungdómarnir. Hann var atskildur og var útlendingur og fremmandur millum sítt egna fólk. Spurningurin reisist eisini: hvør orkar at vera saman við slíkum brennandi ungdómi, sum er fult upptikin við evangelii, og sum hevur eitt fyri eyga: handargrepi frá Filistarunum skal slítast við Guds kraft!
Ungdómar ídag kenna ikki til Guds prinsippir fyri eitt heilagt kall og tænastu. Teir halda, at alt hetta kemur rekandi á eini fjøl og at tað kann grípast á fyrsta møti. Flestu ungdómar halda, at við undirhaldi og show og sindri av lovsongi, so er man verðins meistari í andaligheit. Tey flestu, ið vera innsett ídag vita ikki hvat heilagt kall inniber og hava aldri verið í nánd av einari tænastu, ið Gud stendur sum garantur aftanfyri. Tey søkja inn á Bíbilskúlar og eftir lokna skúlagongd við eksamens pappíri í hond, eru tey vorðin Guds reiðskap. Nú eru tey kvalifiserað. Gud útvelur ikki kvalifiseraði fólk við doktorgradum í theologi, men Hann kvalifiserar tey, ið Hann útvelur, og gevur teimum kraft til lív og tænastu!
Nógvir ungdómar ídag, ið kallað seg kristnar, reka millum heimin og samkomuna. Eitt bein báðumegin garðin. Hetta tók eldprofeturin eitt uppgerð við og segði á Karmelsfjalli: “Hvussu leingi ætla tit at halta til báðar síður?” DR.Lamsa orðar tað soleiðis: “Hvussu leingi ætla tit at hava skiftandi meiningar?” Atskiljingin millum heimin og andaliga lívið er burtur. Tað spælir onga rollu, um man infiltrerast av heimsins kloakk, men samstundis ætlar man at virka fyri Harran. Dári tín, hvat hugsar tú fyri tær? Høvdingurin Josva, har hann stendur 110 ára gamal, líka ondsfrískur sum ein unglingi, segði við fólkið: “ veljið í dag, hvørjum tit vilja tæna….”
Samson kendi eitt vælsignilsi av at liva fyri Harran og søkja hann nátt og dag. Hann vitsti, at skuldi hann vera til hjálp og signing og vera stoltleiki hjá Gudi og monnum, so mátti hann vera nógv einsamallur saman við Harranum. Gert tú eisini tað, vilt tú koma at kenna munin millum at vera lunkaður og so at vera brennandi í andanum og tæna Gudi í orðsins og andans kraft. Søk Jesus ídag, Hann letur seg finna. T.B.Barrat segði: “Det verden trenger er brennende hjerter”, og tey vil Harrin brúka í sínum akurlendi.
Hallur Sørensen