Hetta omanfyri standandi orð er ikki væl dámt, táið tað verður knýtt at tí andaliga. Tann religiøsi hópurin og teirra religiøsi gudur er nemmliga ikki so. Men tann Bíbilski Gud, Jehova Jesus, er sum Hann sjálvur greiðir frá í Sínum orði.

Eg fylgi væl við í tí religiøsa landskapinum í Føroyum. Lat ongan iva verða í tí. Eg síggi hvussu brikkarnir í tí religiøsa puslispælinum verða lagdir, parallelt við hvussu Gud leggur sínar brikkar á Sínum puslispæli. Eitt yndisvers hjá teimum religiøsu og hjá teimum sonnu er hetta vers: «at tey øll skulu verða eitt,…” Tey religiøsu, pinsar, karismatikarar, heimamisjónin og frísamkomur ríva hetta vers úr samanhanginum og útleggja tað, sum at øll skulu verða eitt. Óansæð læru, talu ella ikki. Óansæð hvat fyri læru. Ein sokallað forvirraður flokkur. Tað er als ikki tað, sum stendur har. Tað sum stendur har er: «Eg biði ikki bert fyri hesum(ápostlunum), men eisini fyri teimum(sum koma at taka ímóti ápostlunum) sum við orðum teirra(ápostlunum) koma til trúgv á Meg.» Hetta eru ekstremt álvarsom orð «koma til trúgv á Meg.» Sum vísir, at skalt tú koma til trúgv á Jesus, tann sanna Jesus, Bíbilska Jesus, so er tað gjøgnum ápostlanna talu og læru. Hesi eru tey Jesus biður fyri. Í Ápost.kap.2.40 stendur: «Eisini við mongum øðrum orðum vitnaði hann og áminti tey og segði.» V.41: «Tey, sum tóku við orði hansara.» V.42: «Tey hildu trúliga fast við læru(undirvísing)ápostlanna.» Hesi, slík menniskju eru roknaði uppí Jesus bøn. Bøn fyri ápostlunum og fyri teimum, sum tóku ímóti. Í Ápost.17 fáa vit innlit í tveir býir. Tessalonika og Berøa. Og í báðum býum eru Paulus og Silas og vitna útfrá skriftunum(G.T.) Úrslitið í Tessalonika í mun til Berøa munnar út í hesi orð: «Hesir vóru meiri rætthugsandi enn hinir í Tessalonika; teir tóku ímóti orðinum við allari vælvild og rannsakaðu dagliga skriftirnar fyri at síggja, um hetta var so. Av teimum komu tá nógvir til trúgv, somuleiðis ikki fáir mætir Grikkar, bæði kvinnur og menn. Men táið Jødarnir í Tessalonika fingu hetta at vita, at orð Guds varð teimum kunngjørt av Paulusi í Berøa við, komu teir og loyptu eisini har øði í fólkið.» Hvørji bað Jesus fyri? Paulus, Silas og tey, sum tóku ímóti ápostlunum. Hini bað Hann ikki fyri – «Eg biði fyri teimum; Eg biði ikki fyri heiminum, men fyri teimum, ið Tú hevur givið Mær; tí tey eru Tíni…Halga tey í sannleikanum! Orð Títt er sannleiki.» Jóh.evang.17.9,17.

Skriftin er krystallklár, hvørji Jesus biður fyri og hvørji ikki. Latið okkum ikki viska út hesar markapelar og blíva so rund í kantunum og halda, at øll eru íroknaði Jesu bøn. Høvdu karismatikarnir ella pinsavinir, heimamisjónin ella frísamkomur verið í Tessalonika og Berøa, so høvdu teir gjørt, sum teir gera ídag. Lagt niður stríðsøksina, verið einigir um at vera óeinigir, ikki tikið orðið fram, og um teir høvdu lisið úr Bíbliuni, so høvdu tað verið vers, sum øll kunnu svølgja, tí útleggingin hevði verið av sama karakteri, sum táið teir útleggja: «at tey øll skulu verða eitt.» Og eingin hevði komið til trúgv! Trúgv sigur tú? Jú á eina ella aðra trúgv, men ikki á ápostlanna læru og undirvísingar trúgv.

Tú kanst ikki koyra frá á Lindini, Sjey, Iktus, Facebook, uttan at tú hoyrir ein tóna, sum tú ikki finnur samljóð í Bíbliuni. Bíblian hevur ein kamartóna. Og hesin kamartónin er Jesus. Øll instrumentir, vers, mugu stillast inn eftir Jesus. So hava vit ein annan kamartóna, sum er ein annar jesus, ein annar andi og eitt annað evangelium, og sum Paulus skrivar: «so umbera tit tað sera væl.» Ella sum aðrar yvirsetingar siga: Tað acceptera tit uttan víðari.2.Kor.11.4. Altso hendan tónan, kamartónan acceptera tit, og tit stilla inn øll vers, læru og prædiku eftir hesum. Eg havi lisið, at kamartónin er a1 við einum frekvensi áljóðandi 440hz. Men summi lond nýta frekvensin 442 ella 443. Fyri tað vanliga oyra, so hoyrist ikki munur, men fyri tann, sum hevur eitt trenað oyrað, so leggur viðkomandi merki til hetta. Og Paulus sigur, at tit acceptera hetta uttan víðari. Men eg, Paulus, accepteri als ikki hesa justering. Eg havi eitt oyra og ein andaligan frekvens, sum er instillaður, ikki av menniskjum, Gamaliel, ella religiøsum tankagóðsi, men opinbering Jesus Krist. Og so sigur hann: «Men eg eri ræddur fyri, at eins og ormurin dáraði Evu við svikum sínum, soleiðis eisini hugsanir tykkara skulu spillast og vendast burt frá hinum einfalda trúskapi móti Kristusi.».2.Kor.11.3. Hesin tónin munnar út í: dáraður, spiltur og vendast burtur. Tað er ein atskiljan.

Í Gal.1.8 stendur: «Men um vit ella eingil av Himli kunngerð tykkum annað evangelium enn tað, sum vit hava kunngjørt tykkum – hann veri bannaður! Sum vit áður hava sagt, sigi eg nú uppaftur: kunnger nakar tykkum annað evangelium enn tað, sum tit hava tikið við, so veri hann bannaður!» Hetta er ikki til at misskilja. Men tonk, um ein eingil steig fram av Himli og byrjaði at tala. Direkta frá hæddini av. Hugsa tær salvilsi frá Himli, hvør vildi ikki svølgt boðskapin, og ikki hugsa um, um kamartónin stemmaði við tann ektaða Jesus. Paulus sigur egentliga: hygg ikki um tað er eingil, um tað er himmalin og um tað verður staðfest við einglafjaðrum, men um tað hevur Skriftunnar kamartóna. Skil ímillum.

Vit lesa í Ápost.28.23-31 um tveir flokkar. Annar trýr og verður sannførdur av talu Paulusar. Hin trýr ikki og vegna tess, so fáa tey Esaiasar orð inn yvir seg um oyrini, sum hoyra og tó einki fata. Eyguni sum síggja og tó einki skilja og einum hørðum hjarta, sum ikki vendir við. «Tí skulu tit vita, at henda frelsa Guds er send heidningunum; teir fara eisini at hoyra!»  Táið hann hetta hevði sagt, fóru Jødarnir avstað, og teir trættu ógvuliga hvør við annan.» Hesin eini flokkurin hoyrdi Skriftunnar kamartóna. Hin ikki. Teir hildu á við Móses, lógina, Sinai, og at Gud bert vendi sær til Jødarnar. Vekingarsøgan greiðir frá líka inn í okkara tíð, at tað er ein atskiljan millum tey, sum hoyra og tey sum hava oyra fyri einum øðrum tóna, fremmandur fyri Bíbliunnar skrift.

Í 2.Mós.32 lesa vit eina sterka frágreiðing um Gullkálvin. Móses fer heilt niðan á fjallið og er inni í dyrd Harrans í 40 dagarog 40 nætur. Ikki heilt niðan, men longri enn hini er Josva, sonur Nun. Frammanundan hesar 40 dagar hevur Áron verið heilt nær hjá Harranum saman við Mósesi. Kap.19.24. kap.24.1. Áðrenn so hesir 40 dagar byrja, so sigur Móses við hinar: “Men við hinar elstu segði hann: Bíðið eftir okkum (Móses og Josva) her, inntil vit koma aftur til tykkara! Áron og Hur eru jú hjá tykkum; tann, ið hevur søk, kann fara til teirra. So fór Móses niðan á fjallið, og skýggið legðist tjúkt yvir fjallið.» kap.24.14-15. Áron skuldi og burdi skilt Guds talu og tóna, sum fylgir við. Nærveran, chikina, dýrdin, talan, boðskapurin átti hesin komandi høvuðsprestur skilt. Men einans 40 dagar skuldi til fyri at koppa henda mann og justera kamartónan. Allarhelst legði hann ikki merki til hetta. So skjótt kann fráfallið grípa um seg og gera skilnað. Men so kemur Móses omanaftur av fjallinum. Báðar lógtalvurnar, orðið, hevur hann í hondini. Maðurin hevur opinberilsi av 165 lutum av tabernaklinum. Andlit hansara var sterkt merkt av dýrd Harrans og ljóð av Himli. Áveg oman í tilhaldið møtir hann Josva og Josva sigur hesi orð við profetin: «Herróp hoyrist í tilhaldinum! « Men hann svaraði: «Hatta eru hvørki róp av monnum, ið vinna, ella av monnum, ið tapa – tað er song, ið eg hoyri.» Josva hevði enn ikki eitt so væltrenað oyra, sum Móses. So sær hann, at songurin, ið er fremmandur er knýttur at einum fremmandum Gudi, sum hevur fingið pláss og fastatøkur á Ísraelsbørnum. Og tann, ið hevði søk og sum skuldi fara við sakini til Áron, hann gongur nú fremstur í dansinum og ýlir sum ein óður tarvur frammanfyri Gullkálvin, sum hann sjálvur hevur stoypt. Og vit lesa: «Táið so Móses nærkaðist tilhaldinum og sá kálvin og dansin, tendraðist vreiði hansara og hann blakaði talvurnar frá sær og breyt tær sundur har undir fjallinum. Síðani tók hann kálvin, ið tey høvdu gjørt, brendi hann, muldi hann í mjøl og stroyddi so mjølið í vatni og gav Ísraelsmonnum tað at drekka.»kap.32.19-20.

Óhugnaligt, at ljóðið, tónin frá fólkinum skuldi kunnað viska út Guds orð. Men so kemur Móses, tænari Guds framat og skilir sundur flokkin. Vit lesa: «Hann fór tí og stóð við inngongd tilhaldsins og segði: Hvør tann, ið er í parti HARRANS, hann komi higar til mín! Tá savnaðust allir Levitar um hann. Og hann segði við teir: So sigur HARRIN Gud Ísraels: Bindið allir svørð við lið, og gangið so aftur og fram frá einum portrinum til annað í tilhaldinum og drepið bæði bróður, vin og frænda! Levitar gjørdu, sum Móses segði; og tann dagin fullu einir 3000 menn av fólkinum.» Jú sanniliga er Guds orð álvarsamt. Guds orð ídag verður útlagt sum eitt útvatnað alternativ. Finnist ikki respekt. Tú kann hála Jesus og evangeliið í allar rætningar sum eitthvørt tyggigummi. Eg sigi til mín sjálvan fyrst og fremst: Gi meg et brennende hjerte, tend meg med himmelens glød. Døp meg og Gud, med den smerte, som skapes av synderens død.

Tey, sum eru fødd av sama tóna, koma at nærkast hvørjum øðrum – eisini í endatíðini. Tað er sum hesir flytifuglarnir, sama fuglafamilja sum fara avstað. Og «Elisabet og Maria» nærkast – «Tí veitst tú – í tí eg hoyrdi ljóðið av heilsu tíni, spældi fostrið av frøi í lívi mínum!» Og hesar báðar saman við øllum teimum útvaldu, heilagu, kallaðu fara til seinast at hoyra lúðurin av himli og inn í tann æviga stað. Ven oyra til tann ektaða boðskapin.

Hallur Sørensen