Vit lesa: Fariseararnir hoyrdu, at fólkið í loyndum tosaði hetta um Hann, og høvuðsprestarnir og Fariseararnir sendu tænarar avstað at taka Hann…Tænararnir komu nú til høvuðsprestarnar og Fariseararnar, og teir søgdu við teir: «Hví eru tit ikki komnir higar við Honum?” Tænararnir svaraðu: ”Aldri hevur nakað menniskja talað, soleiðis sum hesin maður!” Jóh.7.32, 45-46.
Boðskapur Jesusar skapti split í tað religiøsa systemið. Og teir leiðandi úlvarnir í seyðaklæðum rópa hesi niðursetandi orðini til tænararnar: Tá svaraðu Fariseararnir teimum: «Eru eisini tit villleiddir! Hevur nakar av ráðharrunum trúð á Hann, ella nakar av Farisearunum! Men hesin hópur, ið ikki kennir lógina er bannaður!» v.47-49. «Hópur» fólkamongdin, hesin hópur, sum tit tænarar hava verið ímillum, er bannaður. Tit tænarar skulu hondheva lógina. Men kraftin í Jesusar boðskapi rørdi við hjartans streingir á hesum tænarum. Og í v.50 kemur ein loyniligur lærisveinur, sum ikki tordi enn at stíga fram og vísa kulør. Hann eitur einki minni enn Nikodemus. Boðskapur Jesusar hevði eisini rørt við tann mannin. Men hetta vísir bara, hvussu sterkar og Devilskar religiøsu leinkjurnar eru! Leggja ok á hálsin hjá fólkið, sum hvørki fedrar okkara ella vit hava verið mentir at bera! Bæði tænararnir og Nikodemus vistu, hvat var satt og hvør hevði salvilsi og sannleikan! Teir vóru fangaðir av religiøsa stýrinum og samstundis eisini fangaðir av Jesusi. Ein torførur bardagi í teirra innara menniskja. Í teirra stilla, um næturnar, í einsemi, so talaði samvitskan til teirra: «”Aldri hevur nakað menniskja talað, soleiðis sum hesin maður!” Tað er nakað frígerandi, upplyftandi, uppmuntrandi, reinsandi. Boðskapurin er alsidigur, brúsandi, kraftmikil. Hann talar um blómurnar, liljurnar, spurvin, seyðin, vegin, portrið, hveitina, illgrasið, kelduna og himmalin á ein hátt, sum einki annað menniskja hevur talað fyrr. Og táið talan er liðug, so liggur ein trongd í okkara innara at hoyra meir og tað verður sagt: «útlegg fyri okkum líknilsi um…» Men atlíkavæl, so eru vit enn bundin av okkara samkomu, okkara synagogu, okkara tempil, okkara bygdar og býar traditiónum. Heilt ófatiligt, men satt! Eg eri fangaður av boðskapinum, men ikki loyst/ur til tað religiøsa.
Tænararnir blivu sendir út at fanga ella fongsla Jesus. Men sannleikin var, at tað vóru teir, sum blivu fongslaðir. Teir kláraðu ikki at taka Jesus, men boðskapurin tók teir. Boðskapurin læsti nakað í teirra innara, sum teir ikki kláraðu at opna aftur. Hetta minnir meg um Jósef og brøðurnar. Teir kundu altíð kvitta seg við droymaran, men teir kláraðu aldrin at kvitta seg við dreymarnar. Hvar enn á klótuni teir høvdu prøvað at rýmt undan, so forfylgdi dreymurin, boðskapurin, útleggingin av orðinum teimum. Hevur Harrin talað til tín við sínum salvilsi um frelsu, dóp í Jesu Kristi navni, heilagt Bíbilskt lív kontra religiøsa pátikna sjálvrættvísi, so sleppur tú aldrin úr tí. Soleiðis er eisini við ævigari útveljing og frelsu. Hevur Harrin Jesus talað til tín, so sleppur tú aldrin úr Hansara sterku hond. Tú kanst royna, tú kanst berjast, tú kanst stríðast og sprakla í allar ættir. Hondin heldur tær fast. Hetta forfylgir tær.
Kongur Dávid sigur: «Einki uttan gott og náði skal fylgja mær, allar dagar eg livi,… Sálm.23. Norska Bíblian sigur: «Bare godt og miskunnhet skal efterjage mig alle mitt livs dager.” Rennur tú undan, so rennur tað góða og náðin í hølunum á tær. Tú klárar ikki at loysríva teg frá tí!
Hetta er eisini ein mynd uppá samkomu Guds. Nógvir tænarir eru sendir út millum ár og dag at skula taka samkomu Guds. Taka tey embæti, sum Gud hevur givið. Men samkoman livir enn eftir 2000 ár og Hansara samkoma talar enn, og tænarir hjá religiøsa stýrinum siga enn: «”Aldri hevur nakað menniskja talað, soleiðis sum hesin maður!” og enn, eru hesi menniskju atlíkavæl bundin av sínum høvuðsprestum og Farisearum sum harta sínar tænarar og forbannað fólkinum, um tey bara geva manninum frá Galilea ans.
Seinni, so klárar Nikodemus ikki at vera ein loyndarfullur lærisveinur meira. Hann orkar ikki hesa tvídeiling. Fyri hann, er hon óúthaldilig og lítið manslig.
Gud signi teg at stíga fram og vísa at tú eisini ert ein av Hansara lærisveinum og vil hoyra til Hansara andaligu familju.
Hallur Sørensen