Sálmur 22.3: Gud Mín! Eg rópi um dagin, og Tú svarar ikki, um náttina við – og finni onga hvíld.
Bíblian er ein realitetsbók. Hon lýsir dýrd, kraft, gleðisrús, frelsu, æviga tryggheit, sigrar á fíggindum og mangt annað, ið skapar gleði í hjarta. Men sama bók lýsir neyð, sorg, frustratiónir, deyða, og tað, sum omanfyri stendur, at ein kennir seg ikki at fáa svar ella hoyra Guds rødd. Muðurin tú tosar til, svarar ikki aftur. Ásjón Guds fjalir seg fyri tíni ásjón. Hetta er ein tragisk lýsing, sum kongur Dávid kemur við. Men hetta er ikki ein lýsing og ein støða, sum er fremmand fyri trúgvandi menniskju.
Eg havi hugt at ymiskum yvirsetingum av hesum «– og finni onga hvíld.» Tað, sum kongur Dávid gevur til úttrykk fyri er: «Einki svar kemur, sum gevur mær hvíld, andarhald, ein skáða ella steðg.» Dávid er ikki nøgdur við ikki at fáa svar.
Vit eru her í andanum í teimum síðstu tímunum hjá Jesusi. Sálmur 22 er eisini nevndur Golgata sálmurin. Hvussu skal hetta so skiljast. Fekk Dávid Jesus svar ella ikki?
Vit lesa í Hebr.12.2: «havandi eyguni vend á Jesus, upphavsmann og fullkomara trúarinnar, sum fyri gleðina, ið fyri Honum lá, tolin leið á krossi og legði einki í vanæruna – …» Í Esaias.53 lesa vit: «Tað var vilji HARRANS at sora Hann, Hann sló Hann við sjúku; táið sál Hansara hevði fullført skyldofrið, skuldi Hann síggja avkom og liva leingi, og vilji HARRANS skuldi hava framgongd við hond Hansara. Aftur fyri at sál Hansara hevur havt møði, skal Hann fáa tað at síggja, sum Hann mettast av; harvið, at tey kenna Hann, skal hin rættvísi, tænari Mín, rættvísgera mong, Hann, sum bar misgerðir teirra. Tí skal Eg geva Honum hini mongu í lut, og sterkar skal Hann fáa sum fong, aftur fyri at Hann tømdi sál Sína til deyðan…»
Sum menniskja, so gekk Jesus ígjøgnum líðingar – «Soleiðis lærdi Hann, tóat Hann var Sonur, lýdni av tí sum Hann leið.» «tolin leið á krossi… Tað var vilji HARRANS at sora Hann» Og Jesus sum menniskja upplivdi, at teir síðstu tímarnir áðrenn deyðan, vóru uttan hvíld, andarhald, ein skáða ella steðg. Tað var eitt gigantiskt samanhangandi álop.
Vit lesa eisini, at Jesus svaraði ikki: «Tá reistist høvuðspresturin mitt ímillum teirra og spurdi Jesus: Svarar Tú einki til tað, ið hesir vitna móti Tær? Men Hann tagdi og svaraði einki….Og til alt tað, sum høvuðsprestarnir og hinir elstu klagaðu Hann fyri, svaraði Hann einki….Men Hann svaraði honum ikki so mikið sum uppá eitt orð, so landshøvdingin undraðist stórliga.» Hví svaraði Jesus ikki? Tað er tí, at Jesus sigur: «Sonurin kann einki gera av sær sjálvum, men bert tað, ið Hann sær Faðirin gera; tí tað, sum Hann ger, ger Sonurin eisini…Orðini, ið Eg tali til tykkara, tali Eg ikki av Mær sjálvum;…» Jesus upplivdi eins og Dávid og vit gera, at Gud ikki grípur inn við einum svari. Tað eru torførar tíðir, har vit vildu hoyrt Guds rødd tala, fingið eitt orð frá Honum og sæð Hansara útrætta arm í støðuni, men ikki eitt svar kemur. Einki svar kemur uppá okkara bøn, og tí hava vit einki svar til okkum sjálvi ella til onnur, sum rópa dag og nátt. Hetta er mikið frustrerandi og gevur ikki hvílu í støðuni.
Jesus var hart prøvaður sum menniskja og illa viðfarin og forlátin. Hann rópar: «Gud Mín, Gud Mín, hví ert Tú farin frá Mær? Langt burtur er frelsa Mín, tóat Eg rópi um hjálp.” Og í hesi støðu, hevur Jesus ikki hvíld, andarhald, skáða ella steðg. Álopini koyra á Hann massivt. Frá øllum kantum verður Hann spurdur, eksamineraður, login uppá, sligin, spýttur á, royttur í skeggið og verður kastaður sum ein bóltur frá einum manni til annan, meðan hendurnar eru bundnar. Um náttina í bønarbardaga úti í Getsemane og táið dagurin kom, so krydsforhoyrdur av religiøsum, óendurføddum monnum.
Bleiv so Dávid Jesus hoyrdur atlíkavæl, táið Hann rópti? Eg trúgvi tí. Vit lósu jú hesi skriftstøðini frá Hebr.kap.12 og Esaias 53. Svarið var, at Hann sá fram móti lønini. Troystin var profetiska «timingin». Gleðina at síggja avkomið, Sína samkomu, sína brúður. Tey, Hann skuldi rættvísgera. Tey mongu, Hann skuldi fáa í lut.
Í royndini, táið vit ikki hoyra ella síggja nakran útveg og himmalin er stongdur, og bønin er sum eitt ekkó, ið slær aftur, so hava vit heldur ikki frið á okkum. Tað kennist, sum at bønin blívur strongd og ein hypoventilerar. Og tað er tí, at vit síggja ikki endalygtina og útvegin út úr royndini. Tað sá Jesus, tí Hann er Gud. Men Hann sum menniskja fór eisini ígjøgnum hetta, fyri at Hann «kann hava samkenslu við veikleikum okkara…freistaður í øllum á sama hátt sum vit – tó uttan synd.
Vinur, tú ert ikki einsamallur í at rópa. Og hetta er fyri tey allarflestu vegurin ein má ganga ígjøgnum, ja upp til fleiri ferðir í eins trúarlívi. Men táið tíðin er inni aftaná eina tíð við ongum skáða, so kemur Gud við svarinum.
Til seinast vil eg enda við hesum skriftstaðnum frá Jóh.evang: “Sanniliga, sanniliga sigi Eg tykkum: Fellur ikki hveitikornið í jørðina og doyr, verður bert hitt eina kornið, men doyr tað, ber tað nógvan ávøkst…Vil nakar tæna Mær – hann fylgi Mær! Og har sum Eg eri, skal eisini tænari Mín vera!…”
Hetta vísir seg at vera tann beiski veruleiki og vegurin ein tænari og tænastukvinna má ígjøgnum. vit kunnu biðja um svar og hví vit skulu ígjøgnum eitt Golgata og vera saman við Dávidi í Sálma 22. Men tann, sum er Kristi lærisveinur kennir hesa leið – kennir tú ikki hana eisini?
Hallur Sørensen