Brøðurnir har – sum høvdu frætt um okkum – komu ímóti okkum til Forum Appii og Tres Taberne. Táið Paulus fekk at síggja teir, takkaði hann Gudi og fekk mót av nýggjum. Ápostl. 28.15
Eg varð av einum ámintur um hesa talu frá míni heimasíðu. Talan eitur: So komu tey til Róm. Tak tær tíð at lurta eftir hesum boðskapi!
Kanska er hesin boðskapur meiri releventur nú, enn í 2018. Hindringarnar við Corona virus á odda, hava steðgað øllum andaligum virksemi, sum vit vanligtvís hava hvørt sunnu- og hóskvøld. Og eg má bara viðganga, uttan at vísa tær stóru kenslurnar, at eg sakni at síggja tykkum, andlit tykkara, mínar brøður og systrar í Harranum. Vit, sum hava somu trúgv og sama Anda Guds, ”Tí við einum Anda vórðu vit jú øll doypt at vera eitt likam…” 1.Kor.12.13. Millum okkara eru eingir mótsetningar, hvørki læru ella trúarmessiga. Vit eru eitt í Andanum, tí Jesus bað fyri ápostlunum á sinni, og ikki bara teimum, men eisini teimum, sum skuldu koma til trúgv við ápostlanna læru og prædiku, at tey skuldu vera eitt. Jóh.Evang.17.20. Tí halda vit trúliga fast við læru ápostlanna og SAMFELAGIÐ,…Ápostl.2.42. Og vit eru doypt til kong Jesus, í Jesu Kristi navni. Likamið hevur sama navn sum høvdið. Og yvir henda kong, ið varð krossfestur, hongdu teir eina plátu. Og har stóð: ”Jesus úr Nazaret, kongur Jødanna.” Men í hesum tíðum er viðmælt frá yvirvøldini um ikki at samlast vegna virus spjaðing. Og hesum mugu vit bara góðtaka.
Kanska henda corona epidemiin, ið er við til at nokta okkum at koma saman, og síggja hvønn annan, hoyra hvønn annan vitna, biðja, syngja, lesa úr skriftini og hoyra guds orð, ja at vera saman um tað, sum Jesus elskar og gav sítt lív fyri: Samkomuna, gevur okkum eitt ávíst innlit í tí sorg, sum Efesus-menn upplivdu, táið Paulus segði hesi orð: ”Og nú – eg veit, at tit fáa ikki andlit mítt at síggja aftur, øll tit, sum eg gekk ímillum og prædikaði ríkið…Táið hann hetta hevði sagt, fall hann á knæ og bað saman við teimum øllum. Tá skóru teir allir í at gráta so sáran, og teir fullu Paulusi um hálsin og kystu hann. Og mest av øllum vóru teir tungir av orðinum, ið hann hevði sagt, at teir skuldu aldrin síggja andlit hansara aftur. So fylgdu teir honum til skipið.” Ápostl.20.25,36,37,38. Brøður og systrar, kanska hetta lærir tykkum, at tað týdningarmesta í hesum lívi, er at seta prís uppá tað vinarsambandið og ta familju, sum hoyrir Harranum til. Er hetta nakað at gráta yvir? Tú burdi fingið, meiri enn nakar, eitt ektað Milet møtið og fingið eygu tíni vætaði og tárakanalurnar gjøgnum bloyttar fyri tí fakta, at eg eri 100% avhengigur av einum manni og tænara sum Paulus! Hetta er meiri galdandi nú enn á døgum Paulusar, tí tíðin er stutt og dagurin nærkast við hast, at hetta tíðarhúshaldið, ið vit liva í nú, skal fáa ein enda.
Áðrenn skriftstaðið gekk í uppfyllsilsi fyri Paulus ”So fóru/komu vit til Róm.” Ápostl.28.14. So hevur hann lagt afturum seg eina langa og ógvuliga krevjandi fer. Stormar av sterkasta karakteri. Uttan mat í 14 dagar. Skipbrot, men atlíkavæl ikki trúarbrot. Liggja í sjónum í langa tíð. Stranda á malta, bitin av ormi. Verða millum 276 lógbrótarar. Í øllum hesum var Gud við Paulusi. Men ikki einaferð lesa vit um, at Paulus fekk mót av nýggjum, táið Gud á mangar mirakuløsar hættir hjálpti Paulus. (Í kap.27.36 stendur um mót(glaðir), men tað er ikki sama grundtekstorð sum í 28.15) Men táið hann sá brøðurnar, familjuna, tey, ið vóru fødd í somu føðiklinikk, høvdu sama Kanaanssprog, sama Faðir, tá styrknaði Paulus og fekk mót av nýggjum(dristigheit, dirvi, áræði, reystleiki, mót). Hann takkaði Gudi fyri hesar brøður. Øll ferðin var væl verd, við at hann fekk sum gávu at síggja sína andaligu familju. Hendan corona krevjandi tíðin, bæði fysiskt, psykiskt og ikki minst andaligt fær einaferð ein enda. Táið vit tá fara at møtast aftur sum samkoma hins livandi Guds, so verður tað eitt samfelt róp við tøkk til Gud, at vit kláraðu ferðina!
Eg havi lisið, at táið teir gomlu herførarnir, Cesar, Alexander o.a. komu aftur til sín bý, eftir at hava kríggjast og vunnið sigur og lagt ríkir inn undir seg, so fór fólkið í býnum út ímóti teimum við gleðisrópum og stórfagnaði. Her kemur Paulus til Róm eftir langan bardaga av alskyns fíggindum, men hevur vunnið. Tí lesa vit at brøðurnir komu ímóti Paulusi við Forum Appii og Tres Taberne, og hann fekk mót av nýggjum. Táið vit einaferð koma saman aftur, lat tað so minna um tann fagnaðin, og at vit uppliva Forum Appii og Tres Taberne. Latið tá maktir og myndugleikar síggja, at tú fagnar tíni andaligu familju og fær dristigheit, dirvi, áræði, reystleika og mót at halda áfram í virki Harrans.
Hallur Sørensen