Í marsmánaða verða tað fýra ár, síðan at eg skrivaði eitt lesarabræv, har eg úttalaði meg um vitjanina hjá Rodney Howard Brown (RHB).
Sum tann einasti tá, ið hevði dirvi og áraði til at nevna við navni, ein mann, ið eg við Orði og Anda Guds hevði fingið opinberaðan sum falskan profet, skrivaði eg hetta hvassa bræv, sjálvt um øll tann karismatiska og religiøsa fjøldin í landinum boygdi seg fyri honum, og hevjaði hann til skýggja.
Brævið eg tá skrivaði, bleiv av flestu innan nevndu bólkar stemplað sum “ljótt”, “frekt”, “kolldømandi” og mangt annað. Flestu av leiðarunum í hvítusunnu- og karismatisku rørslunum vendu mær bakið, og vildu ikki kennast við meg longur. Tó skal nevnast, at tað vóru ikki so fá, ið tóku væl ímóti brævinum, og við telduposti, smsi og á annan hátt, takkaðu fyri tað. Hesu vóru tó ikki tey, ið ein oftast sær á talarastólum og gera seg bemerkt. Hetta kundi týtt, at tað enn eru nøkur, sum ikki eru við uppá tað, sum fer fram innan karismatisku rørsluna.
Eg havi nú hug at taka upp aftur tað, sum eg skrivaði um fyri skjótt fýra árum síðani. Hetta fyri at eftirmeta “vekingina” og “grøðingina” ið lovað bleiv, men eisini fyri at eftirmeta, um eg við brævi mínum tá fór skeivur.
Eg vil byrja við at nevna, at um onkur finst, ið veruliga upplivdi Guddómmliga grøðing, so er tað bara at gleðast um, og so er tað einans Jesusi at takka, at hann vísir náði til grøðing. Eg havi tó enn ikki hoyrt um nakran – heldur tvørtur ímóti. Eg havi verið vitni til stórar skaðiligar avleiðingar hjá fólkum eg kenni, sum RHB profeteraði yvir.
Tá vit lesa um profetiir í Bíbliuni er tað ein týdningarmikil faktorur, ið fylgir við. Tað ein skal hava í huga er tíðarperspektiv. Tað vil siga, hvussu long tíð gongur, frá tí at profetiið er sagt, til tað gongur út. Tá ið tosað verður um grøðing, verður hetta tíðarskeiðið avmarkað, til livitíðina hjá tí, sum profeterað varð yvir.
Sláast má tó fast, at um so er, at onkur fekk at kenna grøðing, kann tað á ongan hátt rættvísgera øll lygiprofitiini, ið RHB so frímóðigur bar fram!
Vit eru nøkur, sum ikki lótu okkum villleiða og sum ikki hava gloymt!
Eg kundi hugsað mær at teir, sum stóðu saman um, at fáa RHB henda vegin, blivu settir til ansvar fyri hesa gerð, og at sett teimum nakrar spurningar, ið eg haldi eru sera viðkomandi.
Fyrst vil eg spyrja eftir tí kolosalu vekingini, ið RHB profeteraði, skuldi koma yvir Føroya land… Hvar bleiv hon av!? Nær kemur hon?
Lat tað standa óvikiliga fast: Tað verður eingin veking í endatíðini. Bíblian boðar ikki um veking, men um eitt masivt fráfall!! Her tosa vit ikki um fráfall frá samkomunum, men frá trúnni. Sum Jesus sjálvur segði: “Men táið Menniskjasonurin kemur, man Hann tá fara at finna trúnna á jørðini?” Hvørjir eru hesir “hirðar”, ið tillata – og enntá innvitera – ein falskan profet standa og lúgva fylginum beint upp í andlitið?
Hevur nakar, í hesum fýra ára tíðarskeiði, konfronterað hesar leiðarar, og spurt teir hvat bleiv av føgru lyftunum, ið RHB kom við, um massa veking og grøðing? Tá eg vágaði mær at úttala meg, bleiv eg næstan skírdur “kættari” at vera, men enn havi eg ikki hoyrt eina rødd, ið hevur sett spurnartekin við hesar blindu leiðarar, sum so groft vannrøkja fylgið teir skulu eitast at leiða.
Helst verða tey mong, sum aftur hesaferð fara at kalla meg frekan og ljótan, fyri at skriva hetta, men eg vil bara sláa fast, at eg hvørki ræðist ella virði Brown ella teir, ið eru pro-Brown.
Móses sigur í 5. mós. 18,20: “Men tann profetur, ið vágar sær í navni Mínum at tala nakað, sum Eg ikki havi álagt honum at tala, ella sum talar í navni annara guda, tann profetur skal doyggja!” Brown skal bara prísa seg lukkuligan fyri at hann ikki livir undir gomlu pakt!
Víðari sigur Móses: “Sigur tú nú við tær sjálvum: „Av hvørjum skulu vit kenna orðið, ið HARRIN ikki hevur talað?” – so skalt tú vita: Táið tað, ið profeturin talar í navni HARRANS, ikki hendir og ikki verður uppfylt, so eru tað orð, ið HARRIN ikki hevur talað; tað er eitt orð, sum profeturin í hugmóði hevur vágað sær at tala, og tú skalt ikki ræðast hann!” Eg føli meg at standa á 100% tryggari grund saman við Mósesi, og kenni meg á ongan hátt pliktaðan til at vísa tílíkum monnum virðing.
At fara at viðgera RHB sjálvan her, er ikki tíð ella pláss til, men einaferð stóð hann í Madison Square Garden í New York, og profiteraði velduga veking yvir statirnar – eins hann gjørdi tað her. Torir nakar at stíða fram, og pástanda at USA hevur sæð nakra veking síðan tá?
Tá ið Bíblian profeterar um veking, so er tað í langtíðarperspektivi. Um vit nú fylgja tí meginreglu, nær skulu profetiini um veking so ganga út? Flest øll eru væl samd um, at vit liva í síðstu tíð av endatíðini, og at tað ikki kann ganga long tíð, áðrenn likam Kristusar verður tikið heim. Eisini skal havast í huga, at RHB profeteraði yvir fjøldina, sum væl at merkja má týðast til, at tey, sum sótu har, skulu koma at uppliva vekingina. Undrunarvert er, at seinastu mongu árini, hava í hópatali av profetiium um veking verið á breddanum, men til dags dato kann bert staðfestast, at fráfallið breiðir seg, eins og Orðið sigur tað.
Bíblian talar ongantíð um eina regioanala (innan landamørk) veking, undantikið Ísrael. Hvar fekk so RHB slíkt andaligt hugflog um at Føroyar skuldi vera komandi Kanaan, og hvørji vóru so at sær komin at trúgva hesum?
Var veruliga eingin, sum hevði ein andaligan lygnavdúkara, so tey kundu gjøgnumskoða at tað RHB bar fram, ikki var í tráð við Bíbliuna? Tankavekjandi!? Eitt annað í vert er at nevna, er at tá ið profetiini, ið vóru søgd um kendar einkultpersónar fóru skeiv, viðvíkjandi grøðing, so eg havi eg ilt við at trúgva, at profetiini um ókendar fjøldir eru sonn og koma at ganga út. Tey eru so víst ikki gingin út enn!
Tá ið tað, sum profeterað varð um trúgvandi fólk, ikki er gingið út enn, eru so nøkur sannlíkindir fyri, at tað, sum profeterað varð yvir vantrúgvandi fólk, skal ganga út? Hevur Gud meiri kraft og umsorgan fyri vantrúgvandi enn sínum egnu børnum? Eg seti tykkum svarskyldigar!
Hvat er tað næsta vit skulu útsetast fyri?
Eg vil enda við somu áheitan, sum Jesus gjørdi yvirfyri sínum lærisveinum, tá ið Hann greiddi teimum frá endartíðartekinum. Fyrsta tekin uppá at tíðin er nær at Hann kemur aftur, er tann sterka villeiðingin. Tí lesa vit í Matt.24.3-4. „Sig okkum, nær hetta fer at henda! Og hvat er tekinið fyri, at Tú kemur, og
endi er á tíðini?” Jesus svaraði teimum: „Síggið til, at eingin villleiðir tykkum!
Hallur Sørensen 2010.