Tað kemur meiri og meiri fram í endatíðini, sum vit liva í, hvørji, ið eru eitt fólk fyri Hansara navn. Gud eigur Sítt fólk, og hesi bera Hansara navn! Navn Harrans Jesusar er Guds navn! Bert tú Guds navn? Ert tú íklæddur Guds navn? Ert tú tilhoyrandi hetta fólk? Er samkoma tín í læru og navni Harrans? Eru tænasturnar og títt kall framkomið av navninum og knýtt at navninum?
Jesus er ikki annar persónur í eini religiøsari tríeindarlygn frá Vatikaninum, har Hansara navn er ein triðingur av Guddóminum. Skriftin sigur: ” teimum tilhoyra fedrarnir, og av teimum er kristus komin eftir holdinum, Hann, sum er Gud yvir øllum, signaður í allar ævir. Amen!” Signingin fylgir: at Jesus Kristus er Gud! Tríeindin er eitt vemmiligt menniskjasligt lygnarinnar avskepilsi, og Gud signar aldrin lygnina! Flýggið lygnini og læru Bábylons, meðan tíð enn er til tess! Skriftin sigur eisini: ” stórt er loyndarmál gudsóttans: Hann, sum varð opinberaður í holdi,…”
Tað eru tvær endatíðarinnar samkomur í Opinberingini kapittul 3, “Filadelfia” og ”Laudikea”. Filadelfia hevur eina leivd, sum livir inní hina endatíðarinnar samkomu-tíð, Laudikea tíð. Tey liva í Laudikea, men eru ikki smittaði av hesi avsporaðu og totalt skakkkoyrda anda og rætningssans. Og um hesi sigur Eingilin: ” Tí tú hevur lítla kraft, og tó hevur tú varðveitt orð Mítt og ikki avnoktað navn Mítt.” Orðið og Navni!
Vit skulu hyggja at mongum skriftstøðum, sum vísa navn Harrans og vísa á, hvussu Gud identifiserar seg við Sítt fólk:
Ápostl.2.21: Og so skal verða, at hvør tann, ið ákallar navn Harrans, skal verða frelstur.
Ápostl.2.38: Vendið við, og ein og hvør tykkara lati seg doypa í navni Jesu Krists
Ápostl.3.6: Silvur og gull eigi eg ikki , men tað, sum eg havi, gevi eg tær: Í navni Jesu Krists, Nazarearans – reis teg og gakk!
Ápostl.3.16: Í trúnni á navn Hansara hevur navn Hansara styrkt henda,…
Ápostl.4.7: Teir lótu leiða teir fram fyri seg og spurdu teir: ”Við hvørji kraft ella við hvørjum navni hava tit gjørt hetta?”
Ápostl.4.10: so skulu tit allir og alt fólk Ísraels vita, at við navni Jesu Krists,…
Ápostl.4.12: Og frelsa er ikki í nøkrum øðrum; heldur ikki er nakað annað navn undir himli, givið millum menniskju, sum vit skulu verða frelst við.
Ápostl.4.17: …ikki aftur at tala til nakað menniskja í hesum navni!…
Ápostl.4.18: So róptu teir teir inn og forbuðu teimum heilt at tala ella læra í navni Jesusar.
Ápostl.4.30: grøðing…tekin…undur henda við navni Jesusar…
Ápostl.5.28: Vit góvu tykkum av álvara tað boð, at tit máttu ikki læra í hesum navni.
Ápostl.5.40: …lótu teir húðfleingja og forbuðu teimum at tala í navni Jesusar.
Ápostl.8.12: Men táið tey nú trúðu Filip, sum kunngjørdi teimum evangeliið um ríki Guds og navn Jesu Krists, lótu tey seg doypa bæði menn og kvinnur.
Ápostl.8.16: Tí Hann var ikki enn fallin á nakað av teimum; tey vóru bert doypt til navn Harrans Jesusar.
Ápostl.9.14-16: Og her hevur hann vald frá høvuðsprestunum at binda øll tey, sum ákalla navn Títt…bera fram navn Mítt, bæði fyri heidningar, kongar og ísraelsmenn…hann skal líða fyri navns Míns skuld.
Ápostl.9.27,29: Men Barnabas…segði teimum tá, hvussu hann(Paulus) hevði sæð Harran á vegnum, og at Hann hevði talað til hansara, og hvussu hann í Damaskus hevði vitnað hugreystur í navni Jesusar…og vitnaðihugreystur í navni Harrans.
Ápostl.10.48: Og hann beyð, at tey skuldu verða doypt í navni Jesu Krists.
Ápostl.15.14,17,26: taka navni Sínum út fólk av heidningum…fyri at leivdin av menniskjum skal søkja Harran, allir heidningar, sum navn Mítt er nevnt yvir…monnum, ið hava vágað lívið fyri navn Harra okkara Jesu Krists.
Ápostl.19.5,17: Táið teir hoyrdu hetta, lótu teir seg doypa til navn Harrans Jesusar…og navn Harrans Jesusar varð stórliga prísað.
Ápostl.21.13: …, men eisini at doyggja í Jerúsalem fyri navn Harrans Jesusar.
Ápostl.22.16: Og nú, hví drálar tú? Reis teg, lat teg doypa, og fá syndir tínar avtváaðar, táið tú ákallar navn Hansara.
Róm.1.5: …virka trúarlýdni millum øll heidningafólkini – navni Hansara til heiður;
Róm.9.17: navn Mítt kundi verða kunngjørt um alla jørðina.
Eg eri takksamur til Jesus, at hava fingið náði at síggja henda stórleika, at sannleikin um navnið er mær opinberað. Brúður Krist eitur tað sama sum brúðgómurin, hon hevur tikið á seg Hansara navn. Likam Kristusar eitur tað sama sum høvdið. Og ein dag – ”Tann dag” – sigur Zakarias, (hann tosar um eina spesiella tíð, táið trongdartíðin er um at enda), kemur staðfestilsi av tí, ið vit hava trúð og prædikað her: tann dag skal HARRIN vera ein og, og navn Hansara eitt(tí so hevur Hann altíð verið!)…Tey skulu ákalla navn Mítt, og Eg skal bønhoyra tey; og Eg skal siga: ”Tey eru fólk Mítt!” Og tey skulu siga: ”HARRIN er Gud mín!”Zak.14.9. og 13.9.
Hallur Sørensen