Komandi fríggjakvøld kemur bólkurin P.O.D til Føroya at hava konsert. Og í tí sambandi vil eg áminna enn einaferð um tað ekstrema fráfallið, sum bara accelererar í styrki og makt. Tað er kolosalt ræðandi at hoyra tær ymisku útvarpsrásirnir reklamera fyri amerikanska kristna metal bólkinum, kallaður P.O.D. Teirra genrer strekkja seg frá kristnum metal til metal, rap metal, alternativ metal, rapcore og hard rock. Og at hoyra útvarpsvertirnar interviewa menn, sum hava fingur við í arrangementinum er ikki minni ræðandi. Enn hevur eingin – og hon kemur heldur ikki – samtala handla um Jesus, frelsuna, umvending, dóp, Heilaga andans fylling og eld í hjarta, himmalin, Jesu afturkoma, o.s.fr. Ongar skriftmessigar orð ella Bíbilskar vendingar. Men bert vertslig og tímilig úttrykk. S.s. víðakendur bólkur, høgt í metum á altjóða pallinum, tilnevnd grammy awards, proffesionellir í framførslu og video. Topp 200 á Billboard lista. Eingin í útvarpsrásunum hevur havt á munni um salvaðan sang, sum er føddur í Andanum. Men man hevur hoyrt um ljóð, teknik, show o.s.fr.
Øll, sum hava upplivað satt Golgata, og reinsandi kraftina harfrá, kenna seg fremmand í hesari P.O.D cykosuni. Og tað er veruliga til at undrast á, at City Church er forsprákari fyri slíkum Sataniskum musikki. Hetta er tónleikur, sum vertslig menniskju brúktu og enn brúka til at ballast til. Og hetta føra tit fram, sum um skulu teir vera við í einglakórinum í himli ein dag. Aldrin í lívinum, at salvaði sangarin og kongur Ísraels, Dávid, hevði bjóðað teimum at sungið til Harrans prís og æru. Hoyrið her: eru hesir menn føddir av nýggjum, so eri eg ikki og visa versa. Vit representera hvør sítt ríki og eru vit føddir í hvør sínari andaligu føðiklinikk!
Í 2.Tess.kap.2.3-4 stendur: ”Latið ongan dára tykkum á nakran hátt! Fyrst má jú fráfallið koma, og syndamaðurin(antikrist) stíga fram, fortapingarsonurin, hann, sum setur seg ímóti øllum og upp um alt, ið kallast Gud ella halgidómur, so at hann setur seg í tempul Guds og sigur seg sjálvan vera Gud.” Antikrist skal ein dag seta seg sjálvan í tempul Guds og siga seg vera Gud. Hetta kemur at fullførast, har templi og eygnasteinur Guds er: í Jerusalem. Og mong fara at lata seg dára. Men áðrenn antikrist kemur so langt, so setir hann seg í tempil eftir tempil og yvirtekur meiri og meiri. Og hetta hevur hann gjørt við City Church og aðrar samkomur, sum víðopna seg fyri antikrist. ”Anti” merkir ikki bara ”ímóti”, men eisini ”ístaðin”. Tit hava tikið ímóti ”anti/ístaðinfyri.” Tit villeiða mong hundrað, ja kanska enntá fleiri túsund í Føroyum, við at reklamera við følskum ”ístaðin” fyri tann ektaða Jesus, ektað evangeliiunum við ektaðum anda.
Aldrin vildi nakrir av ápostlum Lambsins, ei heldur heidningaápostilin Paulus farið á slíka konsert. Aldrin vildi Jesus farið, ikki Apollos, Timoteus, Titus, Silas, Barnabas, ella Jóhannes Markus. Fert tú?
Tú sum lesur hetta bræv, viga hetta innfyri tí álvarsama Gudi og spyr: er tað soleiðis evangeliið skal vera og førast fram? Er tað hetta ondsfátæka og totalt forvirraða fólkið, sum skal rudda vegin fyri Harranum, áðrenn Hann brádliga skal opinberast í skýnum og taka brúður Sína heim í dýrd? Tú veitst betur!
Hallur Sørensen